Barnakonan hugtók krúnprinsessuna

Á veg inn í Listasavnið steðgaðu krúnprinsahjúnini á við standmyndina av barnakonuni, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Tað var týðuligt, at krúnprinsessan var ógvuliga hugtikin av verkinum.

Júst henda løtan, tá ið krúnprinsessan, sum sjálv er barnakona, stóð og eygleiddi verkið hjá Hans Paula Olsen, var heilt serlig, og tað var ikki frítt, at teir fáu myndamenninir, ið høvdu møguleika at fáa løtuna í kassan, av alvára gjørdu sær dælt av hesum.

Mikines er nakað fyri seg
Komin innar í Listasavnið, fingu krúnprinsahjúnini eina frágreiðing frá savnsleiðaranum Helga Fossadal um søguna og spíran til Listasavn Føroya. Helgi Fossadal greiddi frá um teir føroyingar, sum undir krígnum savnaðu føroyska list í Danmark við tí fyri eyga at nýta listina til eitt møguligt listasavn.
Savnsleiðarin greiddi frá um tær ymisku framsýningarnar, bæði tær føstu og tær skiftandi, og somuleiðis nýtti hann høvi til at greiða kongaligu gestunum frá tí serliga gólvinum, sum er í forhøllini í Listasavninum. Gólvið er gjørt úr viði, sum er skorin úr trøum, sum fóru um koll í viðalundini í Havn í landsynningsódnini í desembur 1988.
Úr forhøllini gekk leiðin innar í grafiska verkstaðin, og síðani víðari til tað serliga Mikines-framsýningarhøli, har verk hjá einum tí fremsta føroyska listamanninum nakrantíð, Sámal Joensen Mikines, verða sýnd fram. Tað var ikki frítt, at listin hjá Mikines hugtók Mary Krúnprinsessu, og hon tók sær eisini góða tíð til at eygleiða tey ymisku verkini.
Steðgurin í Listasavninum gjørdist eisini eitt sindur drúgvari enn ætlað, og tað sigur kanska ikki so lítið um áhugan hjá teimum báðu kongaligu fyri føroysku listini.