Barnakonur úr Suðuroy skulu fáa betri umstøður í Havn

Tað skuldi ikki kosta alla verðina, sigur landsstýrismaðurin

Barnakonur í Suðuroy eiga at fáa betri umstøður, tá ið tey fara til Havnar at eiga. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd fyri nøkrum árum síðani og aftan á tað fóru barnakonurnar úr Suðuroy til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum.

Politikarar úr fleiri flokkum hava funnist hvassliga at støðuni, men tað hendi ikki meir, tí tað er av heilsufakligum orsøkum, at barnakonurnar fara til Havnar, tí neyðugi serkunnleikin, sum ein føðistova krevst, er ikki til staðar á Suðuroyar Sjúrahúsi.

Í hesum sambandi skuldi íbúðir gerast í einum bygningi hjá Landssjúkrahúsinum, soleiðis at barnakonur úr Suðuroy kundu búleikast har ta tíðina tær vóru í Havn í sambandi við barnsburðin, eisini við familjuni.

Men síðani hevur fleiri verið átalað, at umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroy, sum koma til Havnar, eru í roynd og veru ótolandi í summum førum, tí har er lítið pláss og tað kemur fyri famljur skulu búleikast á einum kamari í fleiri vikur.

Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, spurdi Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, landsstýrismannin um tað er nakar møguleiki fyri at bøta um hesar umstøðurnar, so at tey fáa eina íbúð at vera í. Hann vísti á, at fleiri av hesum barnakonum hava børn frammanundan, sum tey so taka við sær til Havnar, og so mugu tey eisini hava onkran vaksnan við at ansa eftir teimum.

Og tað her tað, tí Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað er ein spurningur hann skal hyggja at. Hann heldur, at tað er ikki annað enn rímiligt, at barnakonur, sum koma úr Suðuroy, fáa góðar umstøður og hann heldur ikki, at tað kann kosta tað nógva.

Hann heldur, at barnafamiljur, sum koma til Havnar til eina so stóra hending, sum tað er at eiga eitt barn, eiga at fáa betri umstøður. Hann sigur eisini, at í bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum eru møguleikar eru til bøta um umstøðurnar.