Í mun til fólkatalið verða fleiri børn fødd í Føroyum, Grønlandi og Íslandi enn í hinum Norðanlondunum. Í Danmark, Finnlandi, Noregi og Svøríki eru burðartølini á nøkulunda sama stigi, men í Svøríki eru talið minkað munandi síðani 1991. Eisini í Finnlandi og Íslandi er talan um eina minking í burðartalinum, um enn hon langt og frá er so stór sum í Svøríki.
Hetta stendur í "Helsestatistik for de nordiske lande 1996", ið nú er útkomin. Útgevari er norðurlendska nevndin fyri heilsuhagfrøði, NOMESKO, ið er ein serkøn nevnd undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Nevndin hevur síðani hon varð sett, støðugt almannakunngjørt úrslitini av arbeiði sínum, lutvís sum serprent viðvíkjandi eitt nú felags norðurlendskum flokkingum á læknafrøðiliga økinum og lutvís við norðurlendsku heilsuhagtølunum, sum síðani 1980 eru útkomin undir heitinum "Helsestatistik for de nordiske lande". Hetta er á sætta sinni at Føroyar eru umboðaðar í ritstjórnini fyri bókina, og føroyska umboðið er Høgni Debes Joensen, landslækni.
Deyðstíttleikin fallandi
Tað sum serkennir øll Norðanlondini er, at talið á deyðføddum er lágt í mun til aðrar partar í heiminum. Grønland hevur hægsta deyðstíttleikan, Føroyar næsthægsta og hini Norðanlondini koma teimum í hølunum.
Deyðstíttleikin fyrsta liviárið er hægstur í Grønlandi, meðan Føroyar hesum viðvíkjandi liggja á nøkulunda sama stigi sum hini Norðanlondini. Ísland og Áland hava lægsta deyðstíttleikan. Deyðstíttleikin fyrsta liviárið er fallandi yvirhøvur.
Burðartalið minkar
Ikki óvæntað er burðartíttleikin í Føroyum sambært hagtølunum minkandi - her skulu vit minnast til, at nýggjastu tølini fyri Føroyar eru frá 1995. Fyrst í nítiárunum varð mangan ávarað ímóti gongdini, sum vísti, at helt hópfráflytingin úr Føroyum í onnur lond fram, fór talið á kvinnum í burðardyggum aldri at minka so mikið, at nógv færri børn fóru at verða sett í verðina. Og í nýggju hagtølunum er sjón fyri søgn. Í árunum 1986 til 1990 vórðu 860 børn fødd um árið, og í árunum 1991-1995 vórðu 753 børn um árið.
Tað eru kvinnurnar í aldrinum 25-29 ár, sum eiga tey flestu børnini, og tað er galdandi fyri øll Norðanlondini uttan Grønland, har tær yngru kvinnurnar í aldrinum 20-24 føða tey flestu børnini. Eisini aldursbólkurin, sum er yngri, nevniliga 15-19 ár er væl við í Grønlandi, - tað er lutfalsliga nógv vanligari í Grønlandi í mun til hini Norðanlondini, at so ung konufólk eiga børn.
Í hinum endanum, í aldursbólkinum 35-44 ár, eiga Føroyar størstu umboðanini av kvinnum sum eiga børn næst eftir Grønlandi, - hóast burðartalið er minkandi, eru tað fleiri "eldri" barnakonur í Føroyum í mun til hini Norðanlondini.