Barnamøtir við gandi og búktalara

Frelsunarherurin í Vági hevur sum vanligt barnamøtir um páskirnar og hesaferð er eisini undirhald í stórum stíli og væl skuldi ligið fyri í nýggju hølunum í Vági

 
 
 
Frelsurnarherurin í Vági skipar vanliga fyri barnamøtum um páskirnar og eru hesi vælvitjaði og ein árlig og kærkomin hending hjá mognum av teimum yngru suðuroyingunum.
Í komandi viku vitjar kendi danski multikunstnarin Hans Jørn Østerby í Suðuroynni.
Hann hevur givið út 6 fløgur, er kendur sum stand-up komikari, búktalari og gandakallur.
Saman við honum kemur eisini partur av Skjern Gospel-kids hagar.
Hvønn dag í komandi viku verða tey við á barnamøtunum í nýggju hølunum hjá Frelsunarherinum í Vági kl. 17.
 
Umframt hetta verður Hans Jørn í:
·        Missiónshúsinum í Sumba mánakvøldið kl. 20 til ungdómsmøti
·        Hotel Øravík týskvøldið kl. 20 til hugnakvøld
·        Hotel Bakkanum í Vági mikukvøldið kl. 20 til hugnakvøld
·        Café One-Way á Tvøroyri hóskvøldið kl. 22 til kafe-kvøld
·        Frelsunarherinum í Vági fríggjakvøldið kl. 22 til kafe-kvøld
 
Øll tiltøkini eru almenn.
Meira fæst at vita á heimasíðunum hjá teimum:
www.hjo.dk
www.hansjornosterby.dkwww.skjern-gospelkids.dk