Turið Kjølbro
Barnamentan hevur søguliga aldri verið høgt í metum, hvørki hjá teimum, ið seta út í kortið, hvat børnini skulu hava, ella hjá teimum, ið játta pengar til tað. Sum hugtak merkir barnamentan tilboð, sum vaksin evna til børn. Innan mentanarsosiologi verður barnamentan greinað sum ein generellur lívsformur, sum fevnir um bæði materiellar og hugmyndafrøðiligar dimensjónir. Hugtakið er dynamiskt og er undir støðugari ávirkan av tí, ið fer fram í landinum og tí eisini undir ávirkan av fjøl- og margmiðlum.
Í mentanarálitinum Avmarkaður marknaður, sum arbeiðsbólkurin, ið landsstýrismaðurin í mentamálum setti í 1995 at gera tilmæli um ein framtíðar mentanarpolitikk, eigur føroyska barnamentanin bert eitt beinleiðis tilmæli: Mælt verður til at stuðla útgávuni av føroyskum bókum, undir hesum eisini barna- og ungdómsbókmentum.
Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út meiri enn 90 % av øllum barna- og ungdómsbókum í Føroyum, fær eina millión krónur um árið til útgávuvirksemi, og játtanin hevur ikki verið skerd meðan búskaparkreppan hevur staðið við. Í álitinum verður sagt, at Landskassin fær milliónina aftur í øllum góðum í skatti og øðrum gjøldum, og tískil kostar tað landinum lítið og einki í krónum at veita barna- og ungdómsbókmentum henda lívsneyðuga stuðul, men mentanarligi vinningurin má haraftur ímóti sigast at vera stórur.
Ikki minni enn ein kollvelting er farin fram í áttatiárunum, tá ið tað ræður um barnabókaútgávu, tí ongantíð eru so nógvar barnabøkur komnar út. Størru børnini og tey ungu eru tó framvegis við skerdan lut, og her mugu munagóð stig takast, skulu hesir aldursbólkarnir ikki heilt detta burturímillum. Sambært kanning hjá Jette Forchhammer, mentanarsosiologi, av sjónvarps- og frítíðarvanunum hjá føroyskum børnum í nýggjari tíð, eru tað hesi, ið lesa minst, og tað er einfalt eitt úrslit av, at so lítið kemur út til teirra.
Góðar ætlanir
Í Danmark eru tey komin eitt sindur longri enn vit. Í farnu viku legði danski mentamálaráðharrin, Elisabeth Gerner Nielsen, fram eina heildarútgreinan av, hvønn politikk danska stjórnin fer at reka innan barnamentanarøkið í framtíðini. Eitt av tilmælunum hjá mentamálaráðharranum er at seta á stovn eitt Barnaráð, hvørs uppgáva skal vera at vegleiða um barnapolitiskar spurningar og tryggja, at møguleikarnir hjá børnum at gera vart við seg, vekja størri ans í mentanarpolitikkinum.
Sum heild eru politisku framsøgufólkini á Christiansborg positiv, men fleiri hava funnist at mentamálaráðharranum fyri at vera ov íðin eftir at geva børnunum eitt felags mentanargrundarlag og felags virði.
- Børn skulu ikki stýrast. Vit skulu ikki oyðileggja tey við at finna uppá alt ov nógv hugskot til, hvussu tey kunnu verða betri, førdi Brian Mikkelsen, framsøgumaður hjá Konservativa flokkinum, fram á Fólkatingi.
Eisini framsøgumaðurin hjá SF, Ole Sohn, var varin, tá tosað varð um at vaksin skulu blanda seg meiri í barnamentanina.
- Tað er umráðandi, at børn fáa loyvi at vera børn, uttan alla tíðina at hava fyrilit fyri virðum í lívinum hjá teimum vaksnu. Vit skulu ikki skipa fyri øllum møguligum fyri børn uttan at spyrja tey eftir, men heldur saman við teimum, segði Ole Sohn, sum sum heild saknaði, at rættindini hjá børnum vórðu sett á dagsskránna.
- Tey vaksnu, sum skulu geva børnum okkara lut í okkara mentan, nýtast ikki at hava ein koyril í hondini.
Ikki nógv vert
Formaðurin fyri mentamála- og útbúgvingarnevndina í Høje Taastrup kommunu, Svend Erik Dalsgaard, ið situr á Fólkatingi fyri Sosialdemokratarnar, heldur ikki, at fínu ætlanirnar hjá mentamálaráðharranum eru nógv verdar, um tær ikki verða settar í samband við sosial- og bústaðarpolitikkin.
- Ætlanirnar eru góðar, men í veruleikanum er støðan ein onnur. 21 prosent av øllum børnum í Danmark hava eina aðra mentanarliga bakgrund enn eina danska. Tey eru fødd og vaksin upp her, men hava framhaldandi ógvuliga trupult við at laga seg til danska samfelagið.
Peter Sass, fólkatingslimur fyri sama flokk, er samdur.
- Vit eiga ikki at gloyma, at tað eru børn, sum ikki eru so priviligerað. Børn, sum vanliga ikki gera nýtslu av tilboðum í musikkskúlum, ítróttarfeløgum ella øðrum. Hesi hava eisini tørv á einum tilboði, men tað er eingin sum rópar upp fyri tey.