Millum mongu forvitnisligu tiltøkini í miðbýnum og í Vágsbotni, er eisini stóra Barnasjónleikarastevnan, sum MáF skipar fyri í morgin Byrjað verður við stórari gykl- og gleðisgongu frá Sjónleikarahúsinum oman í gongugøtuna kl. 11. Har verða allir luttakandi bólkar, og mangt verður á skránni: Barnakór, útileikur, trummur og okkurt surprise eisini.
Hildur Eyðunsdóttir fer vegna Tórshavnar Býráð at seta stevnuna. Og síðan byrja framførslurnar ávíkavist í Sjónleikarahúsinum og á Meiarínum í Tórsgøtu. Tann fyrsta framførslan byrjar longu
kl. 12, og tann seinasta byrjar kl. 17 í morgin.
Í ár er møguligt at síggja allar leikirnar, tí framførslurnar liggja soleiðis, at tá ein leikur er liðugur, byrjar tann næsti einar 15 minuttir seinni. Sjey framførslur verða á skránni, og tað verður mangt og hvat spennandi, sum vit ikki fara at avdúka nærri her.
Eisini verður andlitsmáling í foyéruni í Sjónleikarahúsinum, sum ung frá Dramaverkstaðnum fara at standa fyri.
Skrá:
Gygl og gleðisgonga frá Sjónleikarahúsinum til Tinghúsgarðin kl. 11
11.10 - 11.50: Barnakór Tórshavnar Musikskúli, livandi sjónleikarasøga Antigone, røður og Surprise!
Meiaríið:
Kl. 12.45: Løgna bókin
Kl. 14.15: Livandi Sjónleikasøga II & Mumming úr Miðøld
Kl. 15.45: Lítli prinsurin
Sjónleikarhúsið
Kl. 12.00: Páskarósur
Kl. 13.30: Sparigrísurin
Kl. 15.00: Loyniklubbin
Kl. 17.00: Dansiteatur
Og tað besta av øllum: Alt hetta er ókeypis.