Barnaváttanir kunnu verða ein følsk trygd

Løgmaður ivast í um nøkur nytta er í at krevja váttan fyri, at tey, sum arbeiða við børnum, ikki áður hava gjørt seg kynsliga inn á børn


Er tað ein følsk trygd at krevja barnaváttarnir frá teimum, sum hava størv av ymsum slagi, har tey hava við børn og ung at gera.

Tað er ein spurningur, fleiri seta sær á Føroya Løgtingi.

Ein barnaváttan er prógv fyri, at tey, sum hava við børn og ung at gera, ikki áður eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum og ungum.

Tað er hálvtannað á síðani, at løgtingið samtykti eitt uppskot frá Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um at seta eina skipan við barnaváttanum í gildi í Føroyum.

Eftir tí skuldi barnaváttan krevjast frá øllum, sum arbeiða við børnum undir 15 ár.

Tey flestu fakfólkini, sum søgdu sína hugsan um málið tá, mæltu til at seta skipanina í verk.

Men summi hildu, at tað kann verða ein følsk trygd.

Og ein av teimum, sum eisini ivast, er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Les eisini: Lættari at fongsla fólk fyri kynsligan ágang

 

Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur nú spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at hjálpa teimum børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.

Og nú staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, at hann er farin av ivast í um nøkur trygd er í tí at krevja barnaváttan frá teimum, sum hava við børn og ung at gera.

 

- Eg loyvi mær at ivast, nú summi hava reist spurningin um tað kann vera ein følsk trygd, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at tað er nógv kjak um nyttuna í at krevja barnaváttanir. Eisini millum løgfrøðingar er nógv kjak um hetta.

Og hann hevur eisini hug at seta hetta upp ímóti, hvussu umfatandi tað er at fáa hesar váttanirnar til høldar.

 

Les eisini: Kynsliga misbrúkt vónbrotin av løgmanni

 

Men løgmaður sigur eisini, at skal ein skipan við barnaváttanum setast í gildi í Føroyum, skulu tvey viðurskifti avgreiðast fyrst.

Tað annað er, at løgtingið samtykkir eina lóg, har tað verður kravt, at barnaváttanir verða innheintaðar, tá ið fólk verða sett í ávís størv.

- Tað er Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av at leggja eitt slíkt lógaruppskot fyri løgtingið, sigur løgmaður

 

Hitt er, at danska lógin um ”behandling af personoplysninger”  verður sett í gildi í Føroyum. Samstundis skal kunngerðin um ”behandling af personoplysninger i Det Centrale Kriminalregister”, verða sett í gildi, soleiðis at løgreglan í Føroyum fær neyðugu heimildina at skriva út barnaváttanir.

- Tað er Løgmansskrivstovan sum varðar av hesum parti av málinum, sigur lægmaður.

 

Sostatt er tað fyrst danska lógin, sum skal setast í gildi í Føroyum og síðani skal kunngerðin setast í gildi. Og at enda kann so mentamálaráðið leggja uppskot fyri løgtingið um barnaváttan.

Løgmaður sigur, at landsstýrið bíðar nú eftir, at lógin verður sett í gildi í Føroyum.

- Danska løgmálaráðið hevur upplýst, at tey væntandi senda uppskotið til Føroya fyrst í hesum árinum, sigur løgmaður.