Í løtuni eru tað sjey føroysk børn og ung, sum barnaverndin hevur sent á stovn uttanlands, og tað kostar sjey milliónir krónur Við árslok í fjør vóru tað sjey føroysk børn og ung, sum barnaverndin í Føroyum hevur sent uttanlands á stovn.
Her eru ikki tey tald við, sum eru send uttanlands á stovn fyri ymisk brek og sjúkur.
Tað upplýsti Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Løgtinginum í áðni.
Tað var Bill Justinussen, sum vildi hava at vita, hvussu nógv børn og ung eru send uttanlands á stovn.
Rósa Samuelsen segði, at av teimum sjey, eru tað seks, sum hava fingið longt uppihald og eitt er sent á stovn fyrstu ferð.
Landsstýriskvinnan segði, at hetta kostar runt roknað eina millión fyri hvørt barn til stovnspláss, lummapengum, ferðing o.s.fr.
Men kommunurnar betala góðar 1,2 milliónir so útreiðslan hjá landskassanum er góðar 5,7 milliónir.
Tað var skilligt, at tað kom óvart á tinglimir, at talið var so stórt og summi tingfólk halda eisini, at hetta er ein óvirðilig støða.
Rósa Samuelsen sigur, at ein orsøk til, at tey eru send av landinum, er, at vit hava ikki nóg góða servitan á økinum í landinum.