Møtini um páskini byrja skíriskvøld kl. 18 har Símin Olsen talar langafríggjadag kl. 18 har Jón Eliasen talar. Við bæði kvøldini verður søga til børn.
Páskadag kl. 10 er Minnismáltíð Harrans. Við hetta møtið talar Jógvan Jacobsen og kl. 12 er sunnudagsskúli, har øll eru saman. Kl. 18 er evangeliskt møti har Øssur Andreasen og Rólant í Skorini tala. Her verður eisini søga til børnini.
Sagt verður, at ætlanin er at gera møtini barnavinarlig. Á møtunum verður tí ein søga við myndum, eins og miðað verður eftir at møtini ikki verða stórt longur enn ein tíma.