Barnið er trupuleikin!

Narkotikapolitiið legið ikki fingrarnar ímillum á ráðstevnuni fyri fólkaheilsu.
- Nógv hevði verið øðrvísi, um foreldur tímdu betri at vera saman við sínum børnum!

- Jú minni foreldur eru saman við sínum børnum, jú størri er vandin fyri, at børnini fara at fylla tómrúmið við rúsevnum. So einfalt kann tað sigast. Okkara royndir vísa týðiliga, at vantandi sambandið millum foreldrini og barnið er ein av høvuðsorsøkunum til, at barnið seinni kemur sær út í rúsevnistrupulleikar, segið Regin Jørgensen frá Narkotikapolitiðnum.
Tað mundi vera langt síðani, vit hava hoyrt ein so bersøgnan og beinleiðis boðskap í rúsevnahøpi, sum tann áhoyrarnir fingu at hoyra í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Beiski veruleikin er, at alt ov nógv foreldur leggja størri orku í at fáa onkran annan at ansa barninum enn sjálvi at vera saman við tí. Frá tí at barnið er føtt, gera tey tað til ein trupulleika, sum skal skúgvast av vegnum, so tey sjálvi kunnu vera aðrastaðni. Og ongin av okkum skal billa sær inn, at vit veruliga eru saman við okkara børnum, so leingi barnið skal kappast við fartelefonina ella fjarstýringina hjá foreldrunum fyri at verða hoyrt.
Tað merktiskt tíðiliga, at veruleikin, Regin Jørgensen og Jens Jensen standa í, í sínum dagliga arbeiði sum narkotikapolitistar er beiskari og náðileysari, enn tey flestu geva sær far um. Og boðskapurin var har eftir. Vit hava hvørki tíð ella ráð til uttaumtos ella at balla sannleikan inn.  Foreldur mugu rakna við og átaka sær leiklutin, sum foreldur. Og tað innber ikki bara meir tíð saman við børnunum, men eisini at vit lata børnini merkja at vit veruliga vilja og tíma at vera saman við teimum.