Barnsburðarfarloyvið er longt

Nú er farloyvið 46 vikur

Eitt samt løgting tók í gjár undir við at leingja barsilsfarloyvið úr 44 vikum upp í 46 vikur. Umframt longdu tíðina verður eftirlønargjald lagt omaná. 

 

 

14 tær fyrstu vikurnar eru markaðar mammuni, fýra vikur eru markaðar pápanum, og foreldur kunnu býta hinar 28 vikurnar ímillum sín, sum tey sjálvi ynskja. Eisini verður tíðin ættleiðingarforeldur kunnu vera í barsilsfarloyvi við løn longd frá 48 vikum upp í 50 vikur. 

 

 

Tað verður ikki neyðugt at hækka barsilsinngjaldið, hóast foreldur nú fáa útgjald í longri tíð. Broytingin kemur í gildi 1. januar 2018, men av tí at KT skipanir skulu broytast verður útgjaldið ikki broytt fyrr enn 1. mars 2018.