Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag hava í felags skrivi heitt á landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, Finnboga Arge, um at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum at viðgera spurningin um barnsburðargrunn og koma við einum uppskoti hesum viðvíkjandi.
Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum hevur nakað herfyri tosað við stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina um, á hvønn hátt ALS kann vera við at umsita barnsburðargrunnin.
- Mítt upprunaliga hugskot var, at í tann mun gjøldini til ALS minka, kundi peningurin í staðin farið til barnsburðargrunnin, og so kundi ALS umsitið hann. Vit eru ikki komin ásamt við ALS um nakað, men vit hava eitt positivt samskifti, sigur Finnbogi Arge.
Nógvir møguleikar
Sum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar skjóta upp, verður arbeiðsbólkurin settur, og áðrenn tilmælið er komið haðani, hendir einki. Vinnumálastýrið hevur orðað eitt skriv til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, har boðað verður frá, at tikið verður undir við uppskotinum at seta eina nevnd. Landsstýrismaðurin sigur, at møguliga verða umboð fyri bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin í bólkinum.
Í skrivinum verða ymsir møguleikar fyri einum barnsburðargrunni umrøddir. At skipanin fyri grunnin verður staðfest við lóg, at grunnurin skal fíggja annaðhvørt munin millum goldnan dagpening og lønina hjá viðkomandi, ið fer í farloyvi, ella alla lønina. At arbeiðsgevarin skal uttan meirkostnað seta ein avloysara fyri kvinnuna í farloyvi, at grunnurin verður goldin við líka stórum avgjaldi frá arbeiðsgevara og arbeiðstakara, at grunnurin skal virka fyri bæði foreldrini, at umstøðurnar í sambandi við barnsburð verða so eins sum møguligt, og at grunnurin skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin.
- Mín hugsan er, at grunnurin kundi verið fíggjaður við 0,25 %. ALS-gjaldið minkar stigvíst í framtíðini, og í staðin fyri t.d. 1. apríl at lækka gjaldið 0,25%, kundi henda upphæddin farið í barnsburðargrunnin. Hetta er ein møguleiki, men vit læsa okkum ikki fast í hann, sigur Finnbogi Arge.
Áðrenn landsstýrismaðurin sendir orðaða skrivið til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, skal málið fyri landsstýrið.
- Av royndum vísir tað seg at vera betri at leggja eitt slíkt uppskot fyri landsstýrið, áðrenn málið fer víðari, men eg ivist ikki í, at tað fær undirtøku. Grunnurin stendur jú í samgonguskjalinum, og stóru andstøðuflokkarnir hava eisini úttalað seg positivt, sigur Finnbogi Arge.
Landsstýrismaðurin hevur áður nevnt, at grunnurin kundi farið at virka frá 1. januar 2000. Men í dag er hetta ikki sannlíkt.
- Eg ímyndi mær, at barnsburðargrunnurin kundi virkað frá 1. apríl. Tá ið ein arbeiðsbólkur sum hesin verður settur, kunnu vit rokna við, at hann fer niður í smálutir og viðger málið úr øllum sjónarhornum, og tí kann vera, at ein og hvør forðing verður, sum ger, at grunnurin ikki verður veruleiki fyrr enn 1. jan. 2001.
Hvussu nógv grunnurin fer at kosta, vil landsstýrismaðurin ikki siga nakað um. Hetta verður eisini ein uppgáva hjá arbeiðsbólkurin at gera eina meting um. Skal grunnurin virka frá 1. apríl, skal stovnsfæ útvegast, og hvaðani tað skal koma, veit Finnbogi Arge ikki í dag. Ein sannroynd er tað, at barnsburðargrunnurin stendur ikki á fíggjarlógini fyri næsta ár.