John Johannessen,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
[email protected]
Sambært upplýsingum frá Stuðulsstovninum er tað skjótt og lætt at broyta lestrarstuðulsskipanina til fyrimuns fyri forsyrgjarar, uttan at hetta gerst ein stór útreiðsla fyri landsskassan. Tilsamans góðar 3 milliónir, ella har á leið, kostar tað at geva forsyrgjarum hægri lestrarstuðul og møguleika fyri barnsburðarfarloyvi.
Hendan peningin hava vit ráð at nýta, tí betri møguleikar fyri útbúgving og menning av føroyska ungdóminum er uttan iva besta íløgan, ið samfelagið kann gera. Og íløgan er alneyðug. Tað eru kappingin við heimssamfelagið og úrslitið av PISA kanningini bestu dømir um.
Tað mundi eydnast at fingið broytingina samtykta áðrenn løgtingið fór til hús, men beint fyri, at málið skuldi leggjast fram, komu forðingar í vegin frá Fíggjarmálaráðnum. Tískil er avtala fingin í lag við landsstýrismannin í mentamálum, um at hann skal brúka summarið til at koma við uppskoti til eina broyting í lestrarstuðulinum, ið eisini landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann góðtaka.
Semja er í samgonguni, um at landsstýrismaðurin skal koma við sínum uppskoti skjótt eftir, at løgtingið er komið saman aftur á ólavsøku. Semja er eisini um, at høvuðsbroytingin í uppskotinum skal vera betri møguleikar hjá forsyrgjarum at nema sær útbúgving. Hesaferð rokni eg eisini við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at taka væl ímóti uppskotinum...