Meira enn helvtin av øllum mammum kunnu aftaná ein barnsburð kenna seg keddar, óglaðar, at hava innara ófrið, og til tíðir eisini kenna beinleiðis angist. Hendan kenslan kann vara alt frá nøkrum tímum til nakrar fáar dagar, og er sostatt rættiliga vanlig og ein normal reaktión hjá einari nýggjari mammu.
Umframt hesa kensluna vísa kanningar, at umleið tíggju prosent av øllum mammum fáa barnsburðartunglyndi í samband við, at tær fáa eitt barn. Eitt sum eyðkennir hesar mammur er, at tær ofta líða í stilli og uttan at gera so nógv um seg. Hetta ger, at barnsburðartunglyndi ikki altíð verður so sjónligt, og mammurnar fáa tí ofta ikki ta hjálp, sum teimum tørva, upplýsir Gigni á heimasíðuni.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú er stórt tema um barnsburðartunglyndi. Sosialurin kann eisini keypast í talgilt her
Í blaðnum er long samrøða við Vígdis Skorheim úr Klaksvík, sum stríddist við barnsburðartunglyndi í fleiri ár eftir, at hon hevði átt dóttur sína í 2011.
Hon greiðir frá, at hon væntaði, at hon fór at kenna djúpa gleði og nærleika til lítla barnið, tí tað eru tær kenslurnar, sum eru álagdar eini mammu, og sum bæði mamman sjálv og hini rundan um mammuna taka fyri givið.
Hon varð tó tikin á bóli, tá hon misti alla orku og sæt heima og græt meginpartin av tíðini. Hon fekk ongantíð ta hjálpina, sum henni tørvaði, tí hon ikki visti, hvussu hon skuldi seta orð á stóru avbjóðingina og tunglyndi, sum nívdi hana.