Hundratals børn og foreldur teirra leitaðu sær í dag oman til Tórsgøtu í Havn. Mentannardagur fyri børn er, og dramakonsertin hjá Jensinu Olsen var vælvitjað. Eini 150 børn og foreldur - og líka nógvar bamsur vóru komnar oman í Perluna til dramakonsert við Jensinu Olsen. Børnini kendu sangirnar og sungu væl við.
Á Skansanum leitaðu tey eftir skattum og á Býarbókasavninum var gitt hvør sum átti hattin.
Mentannardagurin hjá børnum heldur á fram allan dagin við sjónleiki, dansi, filmssyning og søgum.