Barry vil til Liverpool

Enski landsliðssælarin Gareth Barry hevur nú gjørt púra greitt fyri øllum, at hann vil skifta til Liverpool at spæla. Barry hevur sáttmála við Aston Villa, men áhugin hjá Liverpool fyri spælaranum hevur verið kendur í langa tíð. Aston Villa hevur tú víst aftur einum tilboði upp á 140 milliónir krónur.

- Avgerðin er tikin. Eg vil til Liverpool. Eg vil spæla Champions League fótbólt, og tí má eg rýma úr Aston Villa, sigur Gareth Barry.