Barsebæk útsett

Upprunaliga var ætlanin, at tann seinasti reaktorurin á svenska kjarnorkuverkinum Barsebæk skuldi lata aftur í ár, men so verður ikki.
Tað segði svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, tá hann mánadagin hitti formannin í sosialdemokratiska flokkinum í Danmark, Mogens Lykketoft, men hann vissaði samstundis danir um, at reaktorurin verður stongdur.
Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið í Svøríki um tað umstrídda kjarnorkuverkið, og nógvir sviar eru ímóti at steingja verkið, tí í vetur hava sviar verið noyddir at keypa nógva og harafturat sera dýra elorku úr Danmark. Gøran Persson sigur seg vóna, at verkið kann steingjast í næstu framtíð, sum hann tekur til. Spurdur, um tað verður um fimm ella tíggju ár, sigur hann, at tað skuldi helst verið fyrr enn so.