Barsilsskipan flutt til Tvøroyar uttan nakra politiska viðgerð

Annika Olsen, lanndsstýriskvinna í innlendismálum
------
Tað kom dátt við, tá íð eg hoyrdi í tíðindunum í útvarpinum í dag, at landsstýrismenninir , Jóhan Dahl og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hava avgjørt, at Barsilsskipanin skal flytast úr Havn til Tvøroyar. Um hetta er ein liður í teirra økismenningarpolitikki ella valstríði, skal eg lata standa ósvarað, men løgið er tað at landstýrismaðurin í økismenningarmálum, nevniliga undirritaða, onki veit um hesa flytan. Hetta er ein avgerð, sum er tikin uttan um landsstýrið, og skal eg bara boða frá, at eg taki ikki undir við, at slíkar gerðir bert verða framdar yvir nátt uttan nakra poltiska viðgerð yvirhøvur. Tað er ikki langt siðan, at landsstýrismaðurin í heilsumálum Aksel Johannesen í sambandi við flytanina av heilsutrygdini úr Havn til Klaksvíkar, fekk greitt at vita frá løgmanni, at hetta átti at verið viðgjørt í landsstýrinum, og at framyvir skuldi ongin flytan av stovnum gerast av einstøkum landsstýrismonnum uttan at hetta hevði verið fyri á landsstýrisfundi. Vónandi stendur løgmaður við sítt orð, og gevur landsstýrismonnunum við vinnumálum og fíggjarmálum greið boð um at taka hesa flytanina aftur.