Bartal best í Reykjavík International Games

Bartal Poulsen er fyrsti føroyingur nakrantíð, sum verður kosin til ársins spælara í Reykjavík International Games.

Ungu badmintonleikararnir smassjaðu seg til 10 gull og 16 silvur í altjóða kappingini Reykjavík International Games um vikuskiftið. Umframt at seta nýtt met í talinum á heiðursmerkjum, var ein føroyingur fyrstu ferð kosin sum besti spælarin í kappingini. Bartal Poulsen fekk hendan heiðurin frá íslendska forsetanum.

  

Føroysku leikararnir vóru við í 51 hálvfinalum í kappingini. Tá ið hesar vóru lidnar, høvdu tey vunnið sær pláss í 19 finalum - fleiri av hesum høvdu føroyskar leikarar báðumegin netið.

 

Tá ið avtornaði, høvdu føroysku leikararnir vunnið 10 gull og 16 silvur, sum eru seks fleiri enn síðsta ár. Og hetta hevur verið gongdin seinastu árini - føroysku badmintonleikararnir gerast hvørt ár sterkari og sterkari og kunnu nú kappast á jøvnum føti við íslendingarnar.

- Vit síggja nú, at okkara miðvísa ungdómsarbeiði við úrvalsvenjingum, sum landsliðsvenjarin hevur staðið fyri, hevur verið rætta avgerðin. Og vit klára betri at halda fast í leikarunum og framhaldandi menna tey og hækka støðið, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroyum, Erik Engelbrecht Thomsen.

 

Fyri fyrstu ferð varð eisini ein føroyskur badmintonleikari heiðraður sum besti leikari. Bartal Poulsen úr VÍF fekk virðisløn handaða av forseta Íslands Guðni Th. Jóhannesson til galla-døgurðan, sum varð hildin í Laugardagshøllini sunnukvøldið.

 

Her er yvirlit yvir, hvussu heiðursmerkini blivu deild:

 

U13

Einmansleikur - dreingir

Gull - Silas Jacobsen KBF

Silvur - Nóa Eyðsteinsson MBF

 

Einmansleikur - gentur

Gull - Adhya Nandi HBF

Silvur - Bjarnhild í Buð Justinussen KBF

 

Einmansleikur - gentur - B-bólkur

Silvur - Erla Johannessen KBF

 

Tvímansleikur - dreingir

Silvur - Trygvi Weihe/Nóa Eyðsteinsson MBF

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Adhya Nandi HBF/Bjarnhild í Buð Justinussen KBF

Silvur - Ranja Joensen/Oddbjørg í Buð Justinussen KBF

 

Blandaður tvímansleikur

Gull - Bjarnhild í Buð Justinussen/Silas Jacobsen KBF

 

U15

Einmansleikur - dreingir

Gull - Ari Nandi HBF

Silvur - Rúni Øster HBF

 

Einmansleikur - gentur

Silvur - Lena Maria Joensen KBF

 

Einmansleikur - dreingir - B-bólkur

Gull - Regin Gleðisheyg ÍF

Silvur - Rasmus Berg Petersen HBF

 

Einmansleikur - gentur - B-bólkur

Silvur - Ingibjørg Muller KBF

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Lena Maria Joensen KBF/Miriam í Grótinum HBF

 

Tvímansleikur - dreingir

Silvur - Tórur Paulason/Kristian Matras Simonsen HBF

 

Blandaður tvímansleikur

Gull - Ari Nandy/Adhya Nandi HBF

Silvur - Rúni Øster/Miriam í Grótinum HBF

 

U17

Einmansleikur - dreingir - B-bólkur

Gull - Árant á Mýrini MBF

Silvur - Jónfinnur Hansen HBF

 

Tvímansleikur - gentur

Gull - Sissal Thomsen HBF/Mona Rasmusdóttir ÍF

 

U19

Einmansleikur - dreingir

Gull - Bartal Poulsen VÍF

 

Tvímansleikur - dreingir

Silvur - Bartal Poulsen VÍF/Rani í Bø KBF

 

Tvímansleikur - gentur

Silvur - Jóhanna Osberg Højsted/Femja Jacobsen KBF

 

Blandaður tvímansleikur

Gull - Bartal Poulsen VÍF/Emelie Norberg