Bartal Poulsen U15-meistari niðri

Um vikuskiftið var kapping um meistaraheitið í badminton fyri U13- og U15-spælarar í Jútlandi og á Fjóni.

Bartal Poulsen úr Vestmanna var við, og stóð seg framúr væl, tí hann gjørdist nevniliga U15-meistari í meistaraflokkinum fyri einstaklingar.

Bartal, sum fyri hálvum ári síðani flutti til Danmarkar saman við familjuni, spælir badminton við Aarhus Badmintonklub. Hann sæst til vinstru á myndini.