Bass legenda valdi familjuna fram um rock’n’roll lívið

Um sama mundið, sum ameri­kanski rockbólkurin Toto vann sín fyrsta Grammy, valdi bassleikarin David Hungate at stinga í sekkin og flyta til Nashville. Les um mannin, sum eitt tíðarskeið var partur av kanska heimsins feitastu rytmusektión og sum nú á fyrsta sinni trínur á pall í Føroyum til stóra Nashville.fo gallakonsert

Tá amerikanski bassleikarin David Hungate á fyrsta sinni setur fót á føroyska jørð í sambandi við Nashville.fo konsertina í Havn 29. august, er talan um bassist, sum hevur givið íblástur og verið fyrimynd fyri fleiri føroyskar bassleikarar. Tey, sum vuksu upp í Føroyum í síðst í 70’unum og fyrst í 80’unum sluppu ikki undan vælsmurdu west-coast rockinum hjá Toto, har David Hungate var upprunalimur og setti serligan dám á við sínum poetiska, stíltrygga og vælsvingandi spæli. Hungate var við til at stovna Toto í 1977 og spældi við á fýra teimum fyrstu útgávunum Toto (1978), Hydra (1979), Turn Back (1980), og tí grammy-vinnandi Toto IV (1982), ið eisini gav bólkinum teirra einasta altjóða hitt við lagnum »Africa«.

Legenda

Tónleikaritið Bass Frontiers himprast ikki við at kalla David Hungate eina legendu: »Um 40 ár á A-liðnum í bæði Los Angeles og Nashville, luttøka á hundraðtals hitt-plátum, og limaskapur í einum av heimsins fremstu rockbólkum ikki eru nóg mikið, so eiga krøvini fyri legendu-status at linkast«, skrivar Bass Frontier um David Hungate. Blaðið vísir víðari á, at fáir tónleikarar hava arbeitt við so nógvum ymiskum artistum, sum hann.

Kendastur er Hungate tó framvegis fyri sín leiklut í Toto.

 

Úr studiohitanum

Meðan flestu rockbólkar síggja dagsins ljós í garasjum og køldum kjallarum, so var søgan við Toto øðrvísi. David Hungate, sum er føddur og uppvaksin í Texas, var longu tíðliga í 70’unum vorðin ein partur av tí sera ekslusiva studio-tónleikara umhvørvinum í Los Angeles.

Sjálvur minnist Hungate, hvussu hann á fyrsta sinni hitti blaðunga trummuspælaran Jeff Porcaro í 1972.

»Vit skuldu spæla til eina upptøku fyri Sal Marquez í Los Angeles og Dean Parks (studio guitarleikari og ungdómsvinur hjá Hungate) hevði lovað mær, at Jim Keltner (legendariskur trummuleikari) fór at spæla trummur hetta kvøldið. Tað var bara út frá hesum, at eg segði ja, tí eg ynskti at sleppa at spæla saman við Keltner. Eg kom í studio um midnáttarleitið. Teir vóru byrjaðir at spæla, og eg hoyrdi bara hesar fantastisku trummurnar í oyrabúffunum. Tá vit vóru lidnir, kom ein ungur drongur út úr trummurúminum, tók í hondina og segði ‘Hey, eg eiti Jeff’.

Jeff var 16 ár og spældi, sum bara Jeff kundi spæla. Eg hevði spælt við Sonny og Cher, og tey leitaðu eftir einum trummuspælara, og eg legði eitt gott orð inn fyri hann. Jeff fekk kjansin, og nakrar mánaðir seinni lokkaði hann Sonny og Cher at fáa sín góða ungdómsvin David Paich at spæla keyboard. Eg haldi, tú kanst siga, at hetta var upprunin til Toto. Vit byrjaðu ið hvussu er at tosa um at gera ein bólk.«

 

Elskaðir og hataðir

Fyrsta útgávan Toto frá 1977 staðfesti longu bólkin sum eitt slag av superbólki, sum riggaði væl inn í samtíðina við væl poleraðum stadion rocki; ein tónleikastílur sum fjøldin og útvarpstøðir elskaðu um hetta mundið – og ummælarar hataðu. Meðan keglast var um listarliga virðið og relevansin í tónleikinum hjá Toto, so var tað uttan fyri allan iva, at tónleikurin var væl spældur. At talan var um menn við virtuosiskum aspiratiónum, vísir tann sannroynd, at fýra tær fyrstu útgávurnar hjá vóru spældar inn meira ella minni live í studionum. Spurdur um, hvussu Toto funnu so fram til ein so vælsvingandi frymil, sigur Hungate:

»Við Jeff og Paich, so var kenslan longu har frá byrjan. Vit brúktu ongantíð click ella loops - uttan forrestin á lagnum ‘Africa’. Ungir tónleikarar, sum spyrja um Toto, hava ilt við at trúgva tí. Fyri okkum var tað bara ein spurningur um at koma fram til okkurt, sum vónandi var áhugavert.«

Allir í bólkinum vóru longu á heilt ungum árum garvaðir studio tónleikarar og Toto vóru tiltiknir fyri teirra »one take« studio innspælingar. »Vit vandu soleiðis, at tá vit fóru í studio, so var ikki so nógv at ivast í. Eg var so kritiskur um mítt egna spæl tá, at eg minnist tað bara sum, at eg var undir eini rúgvu av trýsti frá mær sjálvum um at spæla væl. Minnist meg heldur ikki vera nøgdan við nakað, sum eg spældi við Toto. 25 ár seinni dugi eg betur at virðismeta tað, hóast eg sjáldan lurti eftir tí. Tað er torført, tí tað fær meg at sakna Jeff (Porcaro doyði í 1992 bert 38 ára gamal), og eg hevði ynskti, at eg var eitt sindur fittari og minni neurotiskur tá á døgum.«

Fór burturúr - vann Grammy

Tá Toto skuldu á seks mánaðar langa konsertferð kring heimin í kjalarvørrinum á útgávuni Toto IV, fór David Hungate úr bólkinum. Hann var um hetta mundið eisini fluttur úr Los Angeles til Nashville, har hann skjótt gjørdist nógv umbiðin og hevur arbeitt við altjóða artistum sum Chet Atkins, Mark Knopfler, Dolly Parton, Linda Ronstadt, Rickie Lee Jones, Kenny Rogers, Glen Campbell, Diana Ross, Toby Keith, Alice Cooper, Gladys Knight – ja, listin er endaleysur.

David Hungate varð í 2005 spurdur, um tað ikki var torført at veitra farvæl til ein bólk, á veg móti hægstu tindum – og sum eitt ár seinni vann ein Grammy fyri Toto IV útgávuna: »Lívið er fult av eksistensiellum tvístøðum. Líkamikið hvørja loysn, tú velur, so verður ein stór skuggasíða. Um eg líti aftur, hevði eg so ynskt verið á konsertferð við Toto meðan teir vóru í hæddini, heldur enn at sleppa at uppliva fyrsta árið av lívinum hjá mínum soni? Hvør veit. Í dag angri eg als ikki, at eg fór úr Toto, tá eg fór. Um tað mundið ivaðist eg tó stórliga.« Hungate vísir eisini á, at hinir limirnir í Toto vístu stórsinni og bjóðaðu honum við til Grammy handanina í 1983. »Eg fór og fekk hesa stóru upplivingina og tók í móti heiðurslønini.«

 

Til Føroya

At David Hungate nú kemur til Føroya at spæla saman við tí ultimativa A-liðnum úr Nashville hevur eisini sínar góðu orsøkir. Spírarnir vórðu lagdir, tá Regin Guttesen í 1996 var saman við Jákupi Zachariassen í Nashville og innspældi sína fyrstu solo-fløgu Writing You A Song. Hetta var ein stórur dreymur, ið gjørdist veruleiki. Toto var nevniliga ein av absoluttu yndisbólkunum hjá Regini.

Jákup Zachariassen minnist, hvussu teir høvdu eina mynd av hesum kenda rock bassleikaranum úr Toto, og hvussu teir als ikki kendu mannin, tá hann 15 ár aftan á Toto-tíðina kom inn í studio um morgunin, tá innspælingarnar byrjaðu. »Vit hildu hetta var ein elektrikari ella okkurt sovorðið« minnist Jákup. »Hann var púrasta vanligur og gerandisligur á at líta.«

Men tá hann spældi, so var ongin ivi. Síðani hevur David Hungate spælt á fleiri føroyskum útgávum, sum eru upptiknar í Nashville, og tá gallakonsertin verður á Hálsi 29. august verður tað sostatt við eini legendu aftanfyri bassin.