Bátahylurin í Svínoy liðugur

Bátahylurin í Svínoy er tikin í nýtslu

Hátíðarhald var úti í Svínoy í samband við, at bátahylurin í bygdini varð tikin í nýtslu.

Nógv fólk vóru komin aðrastaðni frá at vera hjástødd, tá hendan fyri bygdina so stóra hendingin fór fram.

Tað var í 1987, at farið varð undir arbeiðið upp á bátahylin, og alt arbeiðið er gjørt av fólki á staðnum.

Sjálvur hylurin er 35 metrar langur og 30 metrar breiður. Dýpið er er fýra metrar á meðal vatnstøðu. Innsiglingin er hálvanníggjunda metur breið, og portrið er sjey metrar. Við innara enda á hylinum er bátadráttur. Pláss er í hylinum til eina 20 bátar. Sum er liggja 15 fortoyningar í hylinum. Ókyrt er frá nátturunnar hond í Svínoy so hóast portur er í, verður ikki roknað við, at bátar kunnu liggja alt árið í hylinum.

Staðið, har bátahylurin er, verður nevnt Glógvansurð. Nú er hetta ikki nøkur urð, men sløtt hella, sum hylurin er sprongdur inn í. Einir 15.000 kubikmetrar av gróti eru sprongdir burtur og lagdir á goymslu. Nakað er tó brúkt til vegagerð.

Av tí, at hylurin er sprongdur inn í slætta hellu, hevur verið neyðugt at finna eitt stað, har bátarnir kunnu dragast niðan, um uppgangur verður. Tí er gjørdur vegur til eitt átta metrar høgt pláss, har bátarnir kunnu dragast niðan. Eisini er vegur gjørdur úr bygdini oman til hylin, umframt at verjugarður er stoyptur.

Svínoyingar hava lagt nógv arbeiði í at fáa hendan bátahylin, og teir hava víst bæði dugnaskap, evni og vilja til tess at skapa fyritreytir fyri, at útróður aftur kann rekast úr Svínoy.

Nú, holið varð sprongt í helluna, og sjógvur sleptur inn í hylin, eru liðin næstan tíggju ár, síðan arbeiðið fór í gongd.

Seinnu árini hevur verið arbeitt í smáum. Tað er soleiðis, at Svínoyingar eru tiltiknir fyri ikki bara at brúka pengar. Heldur ikki kommunalar pengar til bátahyl. So teir hava ikki gjørt meira, enn fíggjarlig orka var til.

Tað, sum gjørt er higartil, kostar eina 12 milliónir krónur, og roknað verður við, at arbeiði fyri eina tvær milliónir aftur at skal gerast, áðrenn heilt er liðugt. Eftir er til dømis portrið og krani at passa tað við, umframt okkurt at stoypa.