Batar á bústaðarøkinum

Ráðið fyri brekað
-------

Ráðið fyri brekað fegnast um, at 2011 hevur hilnast hampuliga væl. Á bústaðarmarknaðinum eru batar, nú vit hava fingið lóg um lutaíbúðafelag, og Húsalánsgrunnurin hevur fingið víðkaðar heimildir, til eisini at kunna útvega leiguíbúðir av ymsum slagi og at veita fígging til íbúðarstovnar og íbúðarfeløg. Ráðið fyri brekað sær fram til hvussu hesar regluásetingar fara at vísa seg í verki og vónar, at Húsalánsgrunnurin skjótt kann fara til verka.
Harumframt fáa pensjónistar, sum uppihalda sær á stovni, frá í dag av pensjón, eins og øll onnur, og skulu nú ístaðin rinda fyri uppihald.
Hesi átøk eru við til skapa teimum, sum bera brek, somu rættindi sum aðrir borgarar í okkara landi hava. Harumframt eru átøkini við til at seta í verk ein part av handikapsáttmálan, sum Føroyar settu í gildi í 2009.
Hóast langt er enn á mál, til tey, sum bera brek, hava somu umstøður sum onnur í dagsins samfelag, so fegnast Ráðið um allar batar, sum verða framdir.
Tórshavn 1. januar 2012