(Tilgjørd mynd)

Battarí festu eld í bingju í Klaksvík

Sløkkiliðið varð seinnapartin í gjár boðsent til ruskplássið í Klaksvík, har eldur var komin í eina bingju.

(Tilgjørd mynd)

Sløkkiliðið hevði skjótt tamarhald á støðuni, og eingin størri vandi var á ferð.

Sambært løgregluni bendir alt á, at eldurin kyknaði, tá nøkur 9-volts battarí høvdu ligið saman í bingjuni og komu í samband við hvørt annað.

Løgreglan minnir á, at battarí eiga at verða latin inn sum serligt burturkast og ikki bara tveitt í vanliga ruskið, tí tey kunnu elva til eldsbruna.

 

 

(Tilgjørd mynd)