Í tíðindaskrivi frá Smyril Line verður skrivað:
Seinnapartin í dag 2. september, var ein hending umborð á nýggja farmaskipinum Skipanes hjá Smyril Line. Ein eldur tók seg upp í maskinrúminum men hann bleiv sløktur eftir lítlari løtu.
Mannigin, ið telur 23 mans, hevur tað gott og eingin er komin til skaða.
Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur.
Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina.
Vegna Smyril Line
Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri











