Nýggjur leiðari við Kráir

- Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu

Á býráðsfundi hin 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík.

 

Hann byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september, og farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár.

 

- Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014 og hevur starvast innan skúla, frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at síðan 2019 hevur hann starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu.

 

- Eitt stutt skifti starvaðist Hans Andrias sum leiðari á ungdómshúsinum Garnhúsið, og tískil er hann ikki heilt ókendur í Sundalagnum.

 

- Umframt fakligu eginleikarnar innan dagstovnaøkið hevur Hans Andrias eisini nógvar royndir sum fótbóltsvenjari og leikari.

 

Í Sunda kommunu ynskja tey Hans Andriasi blíðan byr og bestu eydnu í starvinum - við vón um tætt og gott samstarv.