Skopunar kommuna legði um dagarnar nakrar myndir út á sína heimasíðu, har bæði kvinnur og menn fáast við náta.
- Í allar bestu havhestatíð er gott lag á fólki. Tað hevur verið væl at fingið, og tað er stórur eftirspurningur, verður sagt á heimasíðuni.
Víst verður á, at sum oftast eru tað flest menn, sum hava sitið við grýturnar og skoldað, men í ár hava fleiri kvinnur eisini verið við.
- Og ikki at gloyma okkara unglingar, sum hava verið uppi í frá byrjan, verður lagt aftrat.
Sagt verður, at tað er eitt stórt arbeiði, sum liggur aftan fyri at fáa havhestin kláran til matna.
- Tá mennirnir koma aftur at landi við fuglinum, verður farið at skolda ella royta, og bæði menn og kvinnur taka lut í hesum arbeiði.
Lagt verður aftrat, at børnini eru eisini við, og tað er gott, at tey verða hildin til, so tey kunnu taka við læru.
- Nógv fólk sæst á kaiini til eitt prát, og eisini er onkur og keypir sær ein døgurða.
Í Skopunar kommunu vísa tey á, at hetta er ein góðum møguleiki hjá teimum, sum ikki sjálvi hava møguleika at fara eftir havhesti.
- Soleiðis keypir onkur sær eitt kók ella tvey.
Nakrar myndir liggja úti á heimasíðuni hjá kommununi, ið vísa rokanina, sum hevur verið í nátatíðini í Skopun.
- Myndirnar taka fyru seg, og sigast kann ikki annað enn, at í Skopun er bygdasligt at búgva, verður lagt aftrat.
Fleiri myndir av rokanini í Skopun kunnu síggjast á www.skopun.fo
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















