Í einari tíðargrein í Sosialinum hesaferð viðger Fríðfinnur Johnsson støðuna hjá føroysku fólkakirkjuni.
Tá føroyskir myndugleikar yvirtóku fólkakirkjuna í 2007, var ætlanin at fáa eina føroyska fólkakirkju. Men sambært Fríðfinni Johnsson hevur úrslitið heldur verið ein tung og miðstýrd landskirkja, har kirkjuráðini hava ábyrgdina á staðnum, men avmarkaða ávirkan.
Hann vísir millum annað á, at sjálvt smá mál kunnu fara ígjøgnum eina drúgva og stirvna viðgerð hjá fleiri myndugleikum.
Sum dømi nevnir hann eina ætlan hjá kirkjuráðnum í Leirvík um at seta ein bonk í kórið í kirkjuni. Málið skuldi bæði viðgerast av byggifrøðingi, arkitektum, Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Tjóðsavninum.
– Ein slík skipan er alt ov stirvin. Hon tekur alt ov langa tíð og drepur hugin hjá kirkjuráðunum at arbeiða, skrivar hann.
Fríðfinnur Johnsson finst eisini at fíggjarligu skipanini. Kirkjuráðini vita sambært honum ov lítið um, hvussu landskirkjuskatturin verður nýttur, og hvørjar reglur liggja aftan fyri býtið av pengum millum kirkjurnar.
Hann heldur, at staðbundnu kirkjurnar eiga at fáa størri fíggjarligt og umsitingarligt ræði. Tað hevði gjørt tað lættari at laga virksemið eftir tørvinum í einstøku kirkjusóknini og at skipa fyri sosialum tiltøkum.
Nú fólkakirkjan nærkast 20 ára degnum, heitir hann á landsstýrismannin í mentamálum um at seta ein arbeiðsbólk. Bólkurin skal gera uppskot til lógarbroytingar, sum kunnu loysa fólkakirkjuna úr tí, hann rópar eina fíggjarliga og umsitingarliga spennitroyggju.
Málið eigur sambært honum at vera ein verulig fólkakirkja, har kirkjufólkið á staðnum – so langt tað ber til – stýrir síni egnu kirkju.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.










