Andreas Kase er ein indie framleiðari frá Moss í Noregi. Í tónleikahøpi kallar hann seg A.Kase.
Tað, sum helst er serliga sermerkt fyri okkum føroyingar, er at hann er langabbasonur William Heinesen.
Tá hann var 16 ára gamal skrivaði hann undir ein keðiligan 10 ára langan sáttmála við eitt plátufelag, sum hann nú er sloppin leysur frá.
Fyrsta staklagið eitur Part of the Plan og fortelur søguna um hetta.
A. Kase skrivar tíðarleysar lo-fi indiepopp sangir við kassettuband kendum framleiðslum, sum minnir um eitt nú Mac DeMarco.
Ein heildarútgáva er ávegis, men vit fara at hoyra eitt sindur meira frá honum áðrenn tað.
Hann undir nýggjum sáttmála nú, og tað er við Braveheart Records.
Lurta eftir Part of the Plan her: https://promo.theorchard.com/awT4OitnChB6Lhf5FHeM










