Haraldur kongur doyði fríggjamorgunin, og andlát hansara hevur sett eina røð av hátíðarhaldum og markeringum í gongd í Noregi.
Her er eitt yvirlit yvir, hvat fer at henda, og hvussu norska samfelagið verður ávirkað komandi dagarnar.
Tá Haraldur kongur doyði, gjørdist fyrrverandi krúnprinsurin Haakon samstundis nýggjur kongur í Noregi.
Á middegi í dag hitti hann norsku stjórnina á einum eyka ríkisráðsfundi. Har kunngjørdi hann, at kongsnavn hansara verður Haakon VIII, og at hann hevur valt „Alt for Norge“ sum valorð.
Sambært norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í Stórtinginum og svørja trúskapareið til grundlógina.
Hetta verður væntandi gjørt innan fáar dagar. Tá Haraldur gjørdist kongur í 1991, svór hann eiðin í Stórtinginum fýra dagar eftir, at pápi hansara var deyður.
Væntandi verður kistan við Haraldi kongi flutt í kapellið á kongsslottinum. Har fáa borgarar møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl.
Sambært norska miðlinum VG verður Haraldur kongur jarðaður í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti í Oslo. Mausoleumi er almenna gravkapellið hjá norska kongshúsinum.
Fríggjadagin seinnapartin var enn ikki kunngjørt, nær jarðarferðin verður.
Tá Olavur kongur, pápi Haralds kongs, doyði í 1991, fór jarðarferðarfylgið í skrúðgongu frá kongsslottinum til Oslo Domkirke. Tað sama kann fara at henda hesaferð.
Kongafamiljan, útlendsk kongafólk og statsleiðarar eru millum tey, sum væntandi fara at fylgja kistuni hjá Haraldi kongi.
Jarðarferðardagurin verður ikki almennur frídagur. Einstakir skúlar og arbeiðspláss kunnu tó meta um, hvørt næmingar og starvsfólk skulu fáa møguleika at fylgja jarðarferðini í sjónvarpinum.
Norska stjórnin hevur lýst landasorg frá fríggjadegnum og til eftir jarðarferðina.
Eingar fastar reglur eru um landasorg í Noregi, og tí hevur stjórnin givið út eina vegleiðing.
Har verður mælt til at vísa sorgina á virðiligan hátt. Til ber millum annað at flagga á hálvari stong, halda tøgn í ein minutt á almennum tiltøkum, tendra ljós ella seta myndir av Haraldi kongi fram.
Stjórnin og almennir ríkisligir stovnar skulu flagga á hálvari stong til eftir jarðarferðina.
Arbeiðið hjá norsku stjórnini heldur í høvuðsheitum fram sum áður. Í Stórtinginum verður stórur partur av arbeiðinum tó lagdur til viks til eftir jarðarferðina.
Annars heldur nógv í samfelagnum fram sum vanligt. Tað verður væntandi upp til lokalsamfeløg, fyritøkur og fyriskiparar at gera av, um ætlað tiltøk skulu avlýsast.
##med2##
Keldur: NRK og norska stjórnin.











