Føroysku kommunurnar fingu tilsamans 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti í 2025, enn tær høvdu roknað við í upprunaligu fíggjarætlanunum.
Hægri skattainntøkurnar vóru høvuðsorsøkin til, at kommunali roknskapurin gjørdist munandi betri enn ætlað.
Kommunurnar høvdu upprunaliga lagt upp fyri einum samlaðum halli á 169,9 milliónir krónur. Endaliga hallið gjørdist 40,4 milliónir.
Úrslitið var sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett.
Tað hendi, hóast kommunurnar brúktu meira enn ætlað til bæði rakstur og íløgur. Bert rentuútreiðslurnar vóru lægri enn mett. Tær vóru um tríggjar milliónir krónur minni enn í fíggjarætlanunum.
Samlaðu skattainntøkurnar vóru góðar 3,6 milliardir krónur. Tað var 6,5 prosent meira enn í 2024.
Rakstrarútreiðslurnar vuksu samstundis 4,4 prosent og komu upp á 2,784 milliardir krónur.
Tølini kunnu benda á, at kommunurnar hava verið varnar, tá ið tær hava mett um skattainntøkurnar.
Kommunurnar vænta aftur hall í 2026. Samantalt verður roknað við einum halli á 179,7 milliónir krónur. Tað er 139,3 milliónir meira enn staðfesta hallið í 2025.
Spurningurin er tí, um úrslitið aftur fer at gerast munandi betri enn fíggjarætlanirnar geva ábendingar um.
Tølini eru úr frágreiðingini um kommunalu roknskapirnar fyri 2025.











