Liðið hjá Jóhan vann og liðið hjá Magnusi tapti

Eydnan var misjøvn hjá Skanderborg-Aarhus og Mors-Thy var misjøvn í kvøld

Liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Magnusi Árasyni, Skanderborg-Aarhus og Mors-Thy vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Í Royal Stage Arena í Hillerød eydnaðist tað Jóhan og liðfeløgunum í Skanderborg-Aarhus at vinna ein tepran 34-33 sigur á Nordsjællandi. 

 

Í steðginum var munurin eisini eitt mál. Tá var Skanderborg-Aarhus á odda 20-19.

 

Jóhan skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. 

 

Skanderborg-Aarhus hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.

 

Magnus Árason og liðfelagarnir í Mors-Thy taptu í Skjern Bank Arena 32-35 fyri Skjern. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Magnus var ikki millum málskjúttarnar í kvøld.

 

Mors-Thy hevur tvey stig fyri tríggjar dystir.