Bayern Munchen skal vinna minst 3-0 í kvøld í seinnu hálvfinaluni í Champions League móti Barcelona, um teir skulu hava nakran møguleika at koma víðari til finlauna.
Les eisini: Barcelona bukaði Bayern
Einki lið hevur higartil í Champions League søguni megnað, at vent einum 3-0 tapi í fyrra dystinum í endaspælinum í Champions League. Sostatt skal Bayern Munchen skriva Champions League søgu, um teir skulu spæla í finaluni í Berlin.
Tað ger ikki møguleikarnar betri, at spælarar sum Franck Ribery, Arjen Robben, David Alaba, Holger Badstuber og Sebastien Rode allir eru úti við skaða. Hinvegin, so vann Bayern Munchen 4-0 á júst Barcelona í hálvfinaluni í 2013.
Fyri Barcelona er støðan ein onnur undan ferðini til Munchen. Allir spælarar eru tøkir og væntandi byrja so ellivu, sum vunnu fyrru hálvfinaluna. Har millum Lionel Messi, Neymar og Luis Suarez.
Champions League - seinna hálvfinala:
Bayern Munchen(0) – (3)Barcelona (19.45)