Bayern slaktaði Barcelona 8-2!

Champions League: Bayern Munchen er í serflokki í álopsfótbólti, meðan Barcelona er í upploysn

Bayern Munchen hevur í kvøld vunnið seg í hálvfinaluna í Champions League við knúsandi og lemjandi 8-2 sigir á einum pínligum FC Barcelona. Bayern Munchen spældi avbera góðan og skjótan álopsfótbólt, meðan hetta er staðfestingin av at FC Barcelona er í størstu kreppuni í nýggjari tíð.

Tað byrjaði longu aftaná fýra minuttir, tá Thomas Muller við skjótum bandaspæli bleiv leysur í brotsteiginum og skoraði. David Alaba gjørdi síðani sjálvmál, men tað gekk skjótt hjá Bayern Munchen at koma omaná, eftir at FC Barcelona hevði nøkur vandamikil álop.

Síðani bleiv FC Barcelona yvirkoyrt av týsku maskinuni. Ivan Perisic, Serge Gnabry og aftur Thomas Muller komu allir á máltalvuna fyri hálvleik. Luis Suarez minkaði um munin til 4-2, men løtu seinni vísti vinsti bakurin hjá týskarunum, Alphonso Davies, bóltførleika og ferð sum fáur, áðrenn hann spældi høgra bakkin, Joshua Kimmich, púra leysan í fimm-metrinum. 5-2.

Sum salt í sárið sendi Bayern Philippe Coutinho á vøllin. Hann er útleigaður frá júst FC Barcelona. Fyrst legði hann upp til 6-2 málið, sum Robert Lewandowski skoraði. Løtu seinni skoraði hann sjálvur til 7-2 og setti punktum við máli til 8-2!

 

Bayern Munchen skal nú í hálvfinaluni spæla móti vinnaranum av hálvfinaluni í morgin, sum er millum Manchester City og Lyon. Tað er reguler kreppa í FC Barcelona, og tað tykist ósannlíkt at venjarin, ein stórur partur av hópinum og ikki minst illa lýddi forsetin, Josep Maria Bartomeu, yvirliva hetta slaktið.

Champions League fjórðingsfinala: 

FC Barcelona – Bayern Munchen 2-8 (1-4)

0-1  Thomas Muller, 4

1-1  David Alaba, 7 sjálvm

1-2  Ivan Perisic, 22

1-3  Serge Gnabry, 28

1-4  Thomas Muller, 31

2-4 Luis Suarez, 57

2-5 Joshua Kimmich, 63

2-6 Robert Lewandowski, 82

2-7 Philippe Coutinho, 85

2-8 Philippe Coutinho, 89

Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)

Atalanta – PSG 1-2 (1-0)

1-0 Mario Pasalic, 27

1-1 Marquinhos, 90

1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2

RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)

1-0  David Olmo, 50

2-1  Joao Felix, 71 br

2-1 Tyler Adams, 88

Manchester City – Lyon

Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)

Manchester City/Lyon - Bayern Munich

RB Leipzig – Paris Saint-Germain