Eitt hondskrivað bræv, ið Beatles-sangaranum, Paul McCartney, hevur skrivað, er blivið selt á uppboðssølu fyri ikki minni enn 300.000. krónur. Brævið er skrivað tann 12. august 1960. Í brævinum verður ein ónavngivin trummari boðin til roynd hjá Beatles.
Brævið varð funnið í einari gamlari bók, sum er keypt á einum loppumarknaði. Loppumarknaðurin var í heimbýi bólksins, Liverpool.
Stutt eftir at brævið bleiv skrivað, fór bólkurin til Hamburg. Her bleiv grundarlagið fyri, at teir gjørdust heimskendir.
Fyrsti trummarin í The Beatles var Pete Best. Hann var trummari í tvey ár, áðrenn hann varð tveittur úr bólkinum. Ringo Starr avloysti hann.
Fyri tónleikagranskarar hevur brævið serligan týdning. Brævið bendir á, at McCartney leitaði eftir avloysara til Best heilt til síðstu løtu, áðrenn teir fóru til Hamburg.
Á uppboðssøluni varð eitt gamalt honskrivað skelti hjá John Lennon og Yoko Ono eisini selt. Á skeltinum stóð »Bed Peace«. Skeltið varð selt fyri ikki minni enn 850.000. krónur.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð