Beatles-uppfinnarin deyður

Allan Williams gjørdist 86 ár.

The Beatles uppfunnu sum so ikki seg sjálvar, tó at dreingirnir úr Liverpool funnu saman sjálvir.

 

Maðurin, ið fyrstur sá, at her var nakað, ið vert var at føra fram, Allan Williams, doyði herfyri, 86 ára gamal.

 

Fyri lítlum ári síðani doyði George Martin, sum var framleiðari, tá The Beatles fóru í upptøkuhølini,og nú hava árini eisini innheintað Beatles-uppfinnaran.

 

Williams átti Jacaranda Club í Liverpool, har The Beatles slapp at spæla. Williams arbeiddi fyri The Beatles í 1960 og 1961. Hann skipaði fyri fyrstu konsertunum í Stórabretlandi og í Hamburg í Týsklandi.

 

Ikki eru tað øll, ið vilja kennast við Williams sum part í undanvindinum, sum bólkurin fekk. Fleiri peika á Brian Epstein, ið tók við eftir Williams.

 

Sjálvur hevur Allan Williams lýst sín leiklut sum eina lítla tonn í stóra tannhjólinum, ið skapti bólkin, ið helst gjørdist heimsins kendasti bólkur.