Í nógva vindinum á Svangaskaði, eydnaðist KÍ at fáa javnleik ímóti ungverska liðnum, Újpesti, í UEFA-Cup- kappingini.
Dysturin endaði 2-2, eftir 1-1 í hálvleikinum. KÍ spældi fult upp við ungverska mótstøðuliðið, og klaksvíkingar høvdu fult uppiborið javnleikin.
Størsta løtan í dystinum var uttan iva, tá Allan Mørkøre stutt inn í seinna hálvleik, í besta Beckham-stíli royndi seg frá yvir 40-metrum, og bólturin sat handan málmannin hjá Újpesti.
Javnur fyrri hálvleikur
Nógvivindurin á Svangaskarði darvaði spælinum nógv, og tí var langt millum tað góða fótbóltspælið. Mesta spælið fór fram á miðjum vølli, og langt var ímillum málmøguleikarnar.
Újpesti legði betri fyri, og løgdu nakað av trýsti á KÍ-liðið, sum tóktist at hava torført við at fóta sær á hála vøllinum tí fyrstu løtuna. Újpesti fekk eisini mál longu eftir 13 minuttir.
Atli Danielsen ger eitt heldur óneyðugt fríspark uttanfyri Kí-brotsteigin úti í høgru, sum Újpesti-miðvallarin Henrik Rósa tekur. Bólturin frá ungverka landsliðsleikarinum lá væl, og við fremstu stong kundu verjuleikarin, Tamas Juhar, leggja gestirnar frammum 1-0.
Ikki fyrr enn tjúgu minuttir vóru farnir høvdu klaksvíkingar fyrstu royndina á mál, og tað var eitt skot frá Allani Mørkøre, sum fór framvið málinum hjá Újpesti.
Tað vóru annars ikki teir nógvu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki. Bæði liðini høvdu onkra forkølaðað roynd, men ongin vandamikil støða kom, fyrr enn beint fyri hálvleik.
Fyrst royndi føðingardagsbarnið, Atli Danielsen, segvið góðum skotið, sum málmaðurin fekk út til hornað. Hornasparkið úr vinstru lá tætt at málinum, og vandamikil støða spurdist burturúr, men Ujpesti-verjuleikari fekk bóltin útaftur til horna.
Seinna hornasparkið var úr høgru, og lá eisini tætt at málinum, og hesaferð eydnaðist Allan Mørkøre at fáa seiansta fót á, og so stóð 1-1.
KÍ leikti allan fyrra hálvleik í mótvindi, og hóast tað ofta er lættari at spæla í mótvindi, so høvdu klaksvíkingar torført við at fáa spælið at hanga saman.
Nógvi vindurin hevði eisini við sær, at nógvar skeivar sendingar vóru frá báðum pørtum.
Allan enn einaferð
Dystargongdin í seinna hálvleiki líktist nógv henni í fyrra, har lítið sást til líkinda fótbóltspæl, og langt ímillum royndirnar á mál. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, vóru áskoðararnir vitnið til eitt frágera gott mál frá Allani Mørkøre.
KÍ vinnur bóltin á miðjum vølli, og Allan Mørkøre setur ferð á, og komin nakað um miðjuna, ger hann ikki mætari, enn at skjóta frá yvir 40 ?metra fjarstøðu, og bólturin fóru uppum Újpesti-málverjan, og so var KÍ frammanfyri 2-1. Málið líktist ikki sørt tí hjá David Beckham fyri nøkrum árum síðan, tá hann aftanfyri miðjuna, skeyt mál fyri Manchester United.
Hetta var vorðin sum dagur í viku hjá Allan Mørkøre, tí undan dystinum ímóti ungverska liðnum, hevði hann aldrin skotið mál í Evropa Cup, og nú tað endiliga eydnaðist honum, skeyt hann ikki færri enn tvey mál
Í seinna hálvleiki vóru bert hendinga royndir á mál, og meginparturin av spælinum var á miðjum vølli, har liðini skiftust um at trýsta.
KÍ megnaði at halda leiðsluna í 15 minuttir, men so svaraði Újpesti aftur. Klaksvíkingar missa bóltin í uppspælinum í høgru, og verða revsaðir við beinanvegin. Tvær avleveringar millum Újpesti-leikarar, og so lá bólturin í netinum. Innskifti Balaszar Farkas skeyt hesaferð málið hjá gestinum, eftir at hava fingið eina sending frá slovakanum, Radek Sloncik.
Tað, sum eftir var av dystinum, royndi hvørgin partur rættiliga at fara eftir sigrinum, og tí hendi ikki tað stóra seinasta korterið, og dysturin endaði sostatt 2-2, og tað mugu báðir partar verða nøgdir við. Sum dysturin lagaði seg, so var javnleikur eisini rætta úrslitið á Svangaskarði hósdagin.
Henrik Larsen til staðar
Nýggji landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var á Svangaskarði hósdagin.
Fýra KÍ-leikarar skulu um vikuskiftið á venjingarlegu við landsliðnum, og ímillum Atla Danielsen, Ova Nysted, Hjalgrím Elttør og Heðin av Lakjuni, var tað avgjørt Hjalgrím Elttør, sum glógvaði mest. Hann stríddist væl, og hóast ringa veðrið, so fekk hann í løtum víst, hvør dugur er í honum.
Ove Nysted stóð eisini væl í miðverjuni, men um avrikið hóskvøldið er nóg mikið at sannføra landsliðsvenjaran um eitt fast pláss, er heldur ivasamt.
Føðingardagsbarnið, Atli Danielsen, hevði trupulleikar, serliga í fyrra hálvleiki, tí Újpesti-leikararnir komu meir enn einaferð ígjøgnum í síðuni hjá Atla. Atla skal tó hava rós fyri, at hóast hann ikki er meira enn 19 ár, so er hann ikki bangin fyri at halda uppá bóltin, og tá hann hevur bóltin, sleppur hann sær sum oftast skilagott av við hann.
Heðin á Lakjuni var heldur anonymur á Svangaskarði, og tá hann hevði bóltin, spurdist ikki tað stóra burturúr. Hann stríddust tó væl, og spennandi verður um kviki klaksvíkingurin verður við frá fyrsta bríksli ímóti Liktinstein.
KÍ vantar áleypara
Til dystin ímóti Újpesti spældi KÍ 4-5-1, við Bjarta Vattelstad sum fremsta mannið, har uppgávan hjá Allani Mørkøre, Hjalgrím Eltør og Heðini av Lakjuni var so at stuðla norðmanninum.
Tað er sjálvandi altíð torført at verða einsamallur maður á toppinum, men Bjarte Vattelstad fekk sera lítið burturúr ímóti ungverjunum.
Hann hevur ikki staðið seg væl higartil í landskappingini, og avrikið hósdagin var eisini lítið sannførandi. Bjarte hevði onga roynd á mál, og hann var sera lítið víð uppspælinum hjá KÍ.
Norðmaðurin skal sjálvsagt hava tíð at venja seg við undirlagið í Føroyum, og nýggju liðfelagarnar úr KÍ, men nú hevur hann verið í Føroyum í skjótt ein mánað, og innan ikki alt ov langa tíð, verður hann noyddur at sannføra klaksvíkingar um, at hann veruliga er verdur at satsa uppá.
Í løtuni trýtur við áleyparum í Klaksvík, tveir teirra eru at finna í verjuni, nevnliga Ove Nysted og Alexander Djordjevic. Báðir hava hava skotið mál í álopinum, men samstundis skal vera sagt, at báðir eisini standa seg væl í verjuni, so spurningurin er hvussu nógv er vunnið við at flyta teir longur framm á vøllin.
Kurt Mørkøre er farin undir at trappa niður, og hósdagin var hann ikki frægt sum á beinkinum, og í ár hevur leikandi KÍ-venjari ikki spælt tað stóra, og tí verður tað neyvan Kurt, sum skal loysa álopstrupulleikan hjá KÍ.
Dysturin í tølum:
KÍ-Ujpesti 2-2 (1-1)
0-1 Tamas Juhar
1-1 Allan Mørkøre
2-1 Allan Mørkøre
2-2 Balascz Farkas
KÍ: 1.Meinhard Joensen, 6. Atli Danielsen, 19. Ove Nysted, 13. Alexander Djordjevic, 14. Rúni Elttør, 9. Allan Mørkøre, 3. Allan Joensen, 8. Jan Joensen(4. Jan Andreasen), 18. Heðin á Lakjuni(5. Harley Bertholdsen), 10. Hjalgrím Elttør og 12. Bjarte Vattlestad( 17. Erling Fles)