Jón Klein Olsen segði við Rás2 í dag, at tey í dag hava arbeitt við at tryggja teknisku sporini kring beinagrindina, sum í gjár varð funnin út fyri Ljósáir.
Løgreglan hevur nú tikið støðu til, hvussu beinagrindin skal takast upp, og síðani verður farið undir arbeiðið at eyðmerkja, segði Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.
Samrøðan við Jón Klein Olsen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.