Fyri fimtu ferð hevur Sveis vunnið undankappingardyst ímóti Føroyum. Í kvøld var úrslitið 2-0 í Luzern í Sveis. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Eftir steðgin var leikferðin ikki so høg, sum hon var undan steðginum. Burtursæð frá fyrsta korterinum, tá ið føroyingarnir vóru væl við, átti Sveis greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, tá ið føroyska liðið fyri tað mesta var í verjustøðu.
Jóan Símun Edmundsson var óførur at vinna bóltin í verjustøðu. Tá var trupulleikin, at hann ongan hevði frammanfyri seg, og harvið bar tað honum ikki til at spæla nakran leysan.
Tá ið tað restaðu stórir tíggju minuttir, varð Andreas Lava Olsen skiftur inn í staðin fyri Sølva Vatnhamar. Tíverri eydnaðist tað ikki at spenna álopsbogan í roynd at javna, tí lítla løtu seinni økti Sveis um leiðsluna til 2-0, ið talvan eisini vísti, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Føroysku spælararnir vístu sera góðan hugburð. Tað sæst eisini á úrslitinum, sum var væl betri, enn úrslitini í Sveis áður hava verið. Føroyar hava áður tapt 6-0 og 5-1 í Sveis. Í kvøld var úrslitið 2-0.
Føroyar hava áður tapt 1-0 og 3-1 á heimavølli. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at laga seg, tá ið Sveis fer at vitja í Føroyum níggjunda juni 2017.
LIÐUGT
2-0
90) 2-0
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
90) 2-0
Brandur Hendriksson leggur fríspark úr høgru og í brotsteigin, og tað endar við føroyskum frísparki í vinstru. Innleggið er gott, men málverjin hevur tak á støðuni, áðrenn dómarin bríkslar fyri frísparki til heimaliðið.
89) 2-0
Odmar Færø avloysir Fróða Benjaminsen.
87) 2-0
Seferović avloysir Derdiyok.
85) 2-0
GULT KORT. Fróði Benjaminsen. Eftir fríspark úr vinstru, sum Brandur Hendriksson tekur sær av, er Jóan Símun Edmundsson í góðari støðu, tá ið hann fluktar. Bólturin verður blokeraður, og í nærdysti verður bríkslað fyri sveisiskum frísparki. Dómarin heldur, at Fróði Benjaminsen hevur verið og ógvusligur. Hann sær gult og verður leikbannaður í næsta dysti.
83) 2-0
Eftir fínt innlegg úr vinstru er tað liðformaðurin Steffen Lichsteiner, sum við nærra stólpa og við høvdinum stýrir bóltin í málið.
83) 2-0
2-0: Steffen Lichsteiner
81) 1-0
Andreas Lava Olsen avloysir Sølva Vatnhamar. Jóan Símun Edmundsson er fluttur í høgru, og Andreas Lava Olsen er fremsti maður.
80) 1-0
Steffen verður skiftur inn í staðin fyri Dzemaili.
79) 1-0
Mehmedi smekkar til eitt vet úr vinstru, og bólturin brestur í handara stólpa, áðrenn føroyingarnir beina bóltin út til horna, sum einki spyrst burturúr.
77) 1-0
Rene Shaki Joensen verður skiftur inn fyri Gilla Rólantsson.
76) 1-0
Nú er møðin farin at gera um seg. Føroysku spælararnir tykjast ikki at megna at varðveita bóltin.
73) 1-0
GULT KORT. Rodriques sær gult fyri at brúka seg. Ivaleyst er talan um frustratión, tí heimaliðið ikki megnar at toga seg upp og at vinna ferðina, sum talan var um stóran part av fyrra hálvleiki.
72) 1-0
Fleiri føroyskir spælarar hita upp. Spurningurin er, um t. d. Andreas Lava Olsen skal fáa møguleikan síðstu tíggju minuttirnar.
70) 1-0
Gunnar Nielsen loftar eftir høgt innlegg úr vinstru. Føroyski málverjin hevur havt lítið at gera higartil í seinna hálvleiki.
69) 1-0
Stocker fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Fernandes.
65) 1-0
Ferðin hevur fyrstu tjúgu minuttirnar verið lægri, enn hon var tað í fyrra hálvleiki, og tað passar føroyska liðnum væl. Møguleikin fyri skjótum sveisiskum álopi lúrir alla tíðina.
64) 1-0
Fróði Benjaminsen vinnur sær fríspark aftarlaga í høgru. Tað endar við føroyskum innkasti heilt frammarlaga í høgru. Jónas Tór Næs ger seg til reiðar, bólturin verður tveittur langt inn í brotsteigin, har hann hoppar, áðrenn sveisiska verjan sparkar burtur.
62) 1-0
Gilli Rólantsson brýtur ígjøgnum í vinstru og leggur innfyri, og so vendir spælið skjótt. Tað endar við, at málskjúttin Derdiyok roynir seg úr vinstru, men bólturin fer væl omanfyri málið.
60) 1-0
GULT KORT. Eftir spenta støðu í sveisiska brotsteiginum er Jónas Tór Næs noyddur at gera fríspark, sum ber gult kort við sær.
59) 1-0
Gilli Rólantsson tiltuskar sær innkast frammarlaga í vinstru.
58) 1-0
Eftir horna úr vinstru heilfluktar Mehmedi av brotsteigarmarkinum, men bólturin strýkur omanfyri tvørtræið.
55) 1-0
Jóan Símun Edmundsson tiltuskar Føroyum innkast frammarlaga í vinstru. Gilli Rólantsson kastar langt, men Sonni Ragnar Nattestad ger fríspark.
53) 1-0
Higartil í seinna hálvleiki hevur pressið á føroyska málið ikki verið so ógvusligt, men tað er Sveis, sum so at alla tíðina er á bóltinum, og tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni.
48) 1-0
Heimaliðið hevur havt bóltin mest sum alla tíðina, inntil tað nú endaði við føroyskum málsparki eftir sveisiskt innlegg úr vinstru.
46) 1-0
Føroyar geva bóltin upp. Ongar skiftingar eru gjørdar.
-
Heimaliðið er frammanfyri 1-0, nú teir eru farnir at rinda møðina í Luzern og leggja ætlanir fyri, hvussu tað skal farast fram síðstu trý korterini í 2017.
At máltalvan vísir 1-0 ber við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri góðum úrsliti.
Einki er tó at ivast í, at tað er Sveis, sum hevur verið greitt omaná. Í fleiri førum hevur bólturin dansað leysur í føroyska málteiginum, og í fleiri førum hevur hann kitlað bæði tvørtræ og stólpa, og føroyingarnir hava eisini bjargað á strikuni, umframt at Gunnar Nielsen í trimum førum hevur bjargað meistarliga.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
44) 1-0
Nú er trýstið øgiligt á føroyska málið, men vánalig temjing í sera góðari støðu ber við sær, at tað endar við føroyskum málsparki.
43) 1-0
Fínt uppspæl í høgru endar við, at Jóan Símun Edmundsson tiltuskar Føroyum horna í høgru. Tað endar við, at Sølvi Vatnhamar fluktar av brotsteigarmarkinum, men bólturin strýkur dygst skeivu megin stólpan.
40) 1-0
Framúr sveisiskt gjøgnumbrot í vinstru, og eftir innlegg endar tað við horna í høgru, og so endar tað við málsparki.
38) 1-0
Eftir gott uppspæl í høgru sneiðir Jóan Símun Edmundsson seg í góða støðu, og so smekkar hann til úr 20 metrum. Bólturin strýkur eftir vøllinum, og málverjin bjargar lættliga.
36) 1-0
Teir knúlast eitt sindur í brotsteiginum, og dómarin tosar við Atla Gregersen og mótstøðumann, áðrenn frísparkið verður avgreitt. Og so verður bólturin sendur væl omanfyri málið.
35) 1-0
Fríspark verður dømt ímóti Fróða Benjaminsen úr 20 metrum og eitt sindur til vinstru.
33) 1-0
Jóan Símun Edmundsson er óførur at vinna bóltin og at varðveita. Nú vann hann innkast frammarlaga í høgru. Tað endaði við innleggi frá Jónasi Tór Næs, Jóan Símun royndi seg við stútara, men málverjin bjargaði.
30) 1-0
Við nógvum skiftingum og longum sendingum eydnast tað nú Sveis at taga føroyska liðið sundur. Nú vunnu sveisararnir horna í høgru, men einki spurdist burturúr uttan føroyskt málspark.
27) 1-0
So gekk tað ikki meir. Føroyska rangstøðufellan kiksaði, og eftir diagonala sending frá Dehrami yvir í vinstru var
Derdiyok púra leysur, tá ið hann tamdi bóltin og sendi bóltin millum beinini á Gunnari Vatnhamar. Bárður J. Hansen hekk eftir í verjustøðu og harvið kiksaði rangstøðufellan.
27) 1-0
1-0: Derdiyok
25) 0-0
Nú er aftur press á føroyska málinum eftir tvey horna endar bólturin á tvørtrænum, Gunnar Nielsen stórbjargar, og so verður sparkað burtur. Nógv tann størsti møguleikin higartil.
24) 0-0
Fríspark ímóti Halli Hansson, sum frá dómaranum fær at vita, at nú skal hann ansa eftir.
23) 0-0
Eftir uppspæl í høgru vinnur Sveis horna í vinstru. Sveis vil hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men hann vinkar fyri filmi og dømi ikki fríspark og gult, sum hann eigur at gera í sovornum føri.
20) 0-0
Spælið hevur javnað seg út aftur. Føroysku spælararnir vísa góðan hugburð og stórt sjálvsálit.
18) 0-0
Fróði Benjaminsen er snildur, tá ið hann vinnur fríspark á miðstrikuni í høgru. Hetta ber fínt álop við sær, sum endar við, at Gilli Rólantsson vinnur horna í vinstru.
17) 0-0
Jóan Símun Edmundsson er óførur í verjupartinum, pilkar bóltin frá mótstøðumanni og vinnur fríspark.
14) 0-0
GULT KORT. Brandur Hendriksson taklar aftanífrá - á miðstrikuni - og so er gula kortið á lofti.
13) 0-0
Føroyskt álop í vinstru endar við innleggi frá Jóan Símuni Edmundsson. Sveis fær fatur á bóltinum, og eftir flatt innlegg úr høgru eru tað sentimetrar, ið resta, áðrenn bólturin verður stýrdur í málið við handara stólpan.
11) 0-0
Fyrsta sveisiska horna í høgru. Fínt innlegg, men føroyingarnir rudda burtur. Nú hevur Sveis sett seg á spælið, ferðin er hægri, og føroyingarnir eru fyri tað mesta í verjustøðu.
08) 0-0
Bárður Hendriksson ger fríspark 20 metrar frá baklinjuni og heilt úti við síðulinjuna. Tað verður stútað ímóti føroyska málinum, men bólturin fer við síðuna av.
07) 0-0
So var aftur spennandi frammarlaga á sveisisku hálvuni, tá ið Jóan Símun Edmundsson vann bóltin av verjuni, men tað endaði við frísparki til Sveis.
05) 0-0
Gilli Rólantsson vinnur horna í vinstra borði. Brandur Hendriksson tekur sær av horna, spælir stutt til Bárð J. Hansen, men tað kiksar fullkomuliga. Hetta var sera spell.
04) 0-0
Føroyski verjugarðurin er einar tíggju metrar ella meiri enn tað aftanfyri miðstrikuna.
03) 0-0
Føroyska liðið er ikki undir tí trýsti fyrstu løtuna, sum tað ofta plagar at vera.
01) 0-0
Gilli Rólantsson fer við ferð ígjøgnum í vinstru og roynir seg við skoti úr seytjan metrum. Hann roynir við høgra beini, og málverjin hevur ikki trupulleikar at verja fyri. Góð føroysk byrjan.
01) 0-0
Sveis gevur bóltin upp. Vøllurin kennist vera vátur og hálur.
Sveis: Yann Sommer - Stephan Lichtsteiner, Fabian Schär, Johan Djourou, Ricardo Rodriguez - Valon Behrami, Blerim Džemaili, Granit Ahaka - Admir Mehmedi, Eren Derdiyok, Valentin Stocker
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Bárður J. Hansen - Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Gilli Rólantsson - Jóan Símun Edmundsson
Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Luzern í Sveis, har punktum verður sett fyri fótbóltsárið.
Sébastian Delferiere úr Belgia er dómari.
Tað er kalt í Luzern – hitastigini eru ikki fleiri enn fýra – og tað kennist úr honum.
Sveis og Føroyar hava spælt fýra ferðir ímóti hvørjum øðrum áður. Sveis hevur vunnið allar fýra ferðirnar.
Tað eru 16800 áskoðarar Swissporarena stadion í Luzern.