90) 2-0
Liðugt
62) 2-0
Nú var tætt við, at AB minkaði um munin, tá ið Neli Heldarskarð var í ógvuliga góðari støðu, men hann sendi við høvdinum bóltin við síðuna av málinum.
60) 2-0
2-0: Oddmar Marsten
So hevur KÍ økt um leiðsluna. Eftir horna var tað Oddmar Marsten, sum plagar at vera miðverji, men sum í dag er í álopinum, sum við høvdinum sendi bóltin í AB málið.
54) 1-0
KÍ hevur nú gott tak á, og klaksvíkingar vóru nú um reppið at økja um leiðsluna. Men bólturin fór skeivu megin stólpan.
49) 1-0
Tað er AB, sum pressar undan vindinum, og nú var tætt við, at argjamenn javnaðu, men bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Fríða Sigurðsson í KÍ málinum.
45) 1-0
Teir, sum hava verið nógv á besta liðnum hjá AB higartil í ár, og sum ikki eru við í dag eru málverjin Heðin Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Jobin Drangastein, Mikkjal T. Hentze og Rasmus Dan Sørensen, sum er leikbannaður.
45) 1-0
Hálvleikur
Síðstu tjúgu minuttirnar hevur AB verið greitt omaná. Hóast AB hevur havt nógva vindin ímóti, so hevur bólturin fyri tað mesta verið á KÍ hálvuni.
40) 1-0
Á KÍ liðnum eru í dag: Fríði Sigursðsson, Dávid Langgaard, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Sølvi Fossdalsá, Eivindur Sørensen, Bárður Hansen, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jóhan Waag Høgnesen, Andrias Frederiksberg
36) 1-0
Á AB liðnum í dag eru Áki Dahl, Beinir Henriksen, Hørður Tórsson, Filip í Liða, Bárður Olsen, Bjarni Skála, Bartal S. Petersen, Teitur D. Olsen, Jónas Stenberg, Neli Heldarskarð og Bjarki C. Nielsen.
34) 1-0
Tað gongur javnt á.
20) 1-0
Tað er eitt frískt lot av eystri, og tað er heimaliðið, sum hevur tað undan í fyrra hálvleiki.
14) 1-0
1-0: Eivindur Sørensen
10)
Framvegis málleyst í Kaksvík
KÍ-AB
---
90) 6-1
Liðugt
82) 6-1
6-1: Martin Olsen
78) 5-1
Nú eru toftamenn undirmannaðir. Lítla løtu eftir, at hann varð skiftur inn fyri Aleksander Ó. Jensen, hevur Kristian Anton Andreassen sæð beinleiðis reytt kort.
Gula kortið hevur ofta verið á lofti.
77) 5-1
5-1: Jóhan Petersen
Eftir langa sending sneiðir Jóhan Petersen framvið Ragnari Lindholm, áðrenn hann trillar bóltin í tóma málið. B68 verjan var rættiliga frammarlaga í hesi støðuni.
72) 5-0
Tíðindini um, at KÍ er frammanfyri 2-0 ímóti AB, breiða seg á Svangaskarði, og B68 spælararnir munnu hava ásannað, at tað verður ikki í ár, at teir flyta upp.
54) 5-0
ÍF hevur havt fyrstu royndina ímóti heimamálinum, og B68 hevur havt tríggjar góðar møguleikar. Óli Højgaard Olsen varð beinanvegin eftir steðgin skiftur inn á B68 liðið. Hann avloysti Búa í Hjøllum.
45) 5-0
Hálvleikur
ÍF: Erling Joensen - Andrias Poulsen, Svenning Hansen, Bergtór T. Thomsen, Óla Jákup Olsen, Aleksander Jovevic, Arnold Kristiansen, Jóhan Petersen, Sámal Joensen, Kenni Kensen, Høgni á Lakjuni
B68: Ragnar Lindholm - Niklas Poulsen, Aleksandur Ó. Jensen, Búi í Hjøllum, Benjamin Knudsen, Esmar P. Clementsen, Martin Olsen, Leivur Højgaard, Otto Reinert Petersen, Jann Ingi Petersen, Albert Róin Johannesen
39) 5-0
5-0: Martin Olsen
39) 4-0
B68 hevur greiða yvirvág, og tað trýtur ikki við málmøguleikum, men tað er framvegis 4-0.
23)
Tað er frískur vindur, og í fyrra hálvleiki hevur heimaliðið vindin undan.
4-0: Albert R. Johannesen
3-0: Otto Reinert Petersen 14.
2-0: Martin Olsen 12.
1-0: Esmar P. Clementsen 7.
B68-ÍF