LIÐUGT
0-0
95) 0-0
B68 hevur fríspark dygst uttanfyri brotsteigin. Jann Ingi Petersen trillar bóltin til Óla H. Olsen, sum smekkar til, men tað verður blokerað til horna, sum einki spyrst burturúr.
93) 0-0
Nú gongur tað mesta fyri seg í og kring bnrotsteigin hjá Víkingi. Akkurát nú vildu toftamenn hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tað var dómarin ikki samdur við toftamenn í, at hann skuldi gera.
90) 0-0
Fimm minuttir eru lagdir aftrat.
88) 0-0
Ivaleyst vera nakrir minuttir lagdir aftrat, tí tað var ein steðgur fyri løtu síðani. Men nú fer tíðin at ganga undan, og enn er tað ikki eydnast B68 at skora málið, sum skal til, um liðið skal flyta upp.
85) 0-0
B68 roynir at pressa, men tað gongur illa at mynda málmøguleikar. Heldur ikki tá ið tað verður lagt innfyri við hornaspørkum.
78) 0-0
B68 skiftir aftur út: Sveinur Justinussen avloysir Jonleif Højgaard.
75) 0-0
Tað er framvegis málleyst, og nú fer tað so smátt at kennast í B68 leguni, at tíðin so smátt er farin at ganga undan. Eitt korter er tó ríkiligt at skjóta bæði eitt og fleiri mál - hjá báðum pørtum.
70) 0-0
B68 skiftir út: Emil Ronalsson avloysir Albert Róin Johannesen.
63) 0-0
B68 skiftir út: Otto Reinert Petersen avloysir Bárður Ólavsson Jensen.
61) 0-0
Nú var bólturin í B68 málinum. Eftir Víkinga horna og eitt sindur av aftur og fram varð smekkað til, og bólturin fór í B68 málið. Men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.
Í løtuni er tað Víkingur, sum er omaná.
56) 0-0
Framvegis málleyst og higartil í seinna hálvleiki hevur eingin málmøguleiki verið.
Einki er at ivast í, at B68 fer at spenna álopsbogan, og tað fer ivaleyst at bera møguleikar við sær í báðum endum.
HÁLVLEIKUR
0-0
Tað er framvegis málleyst í Leirvík, har teir nú eru farnir at hvíla seg. Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað sirmar, og tað er ljóst í veðrinum. Lítla lotið hevur Víkingur havt undan í fyrra hálvleiki.
Tað er heilt fitt av áskoðarum Uppi á Brekku. Nógv B68 viðhaldsfólk eru í Leirvík, og tað er ikki frítt, at onnur fótbóltshugað fylgja við í, hvussu leikur fer, nú spurningurin skal svarast, um tað verður B68, sum skal flyta upp, ella um 07 Vestur ella AB skal varðveita plássið í bestu deildini.
45) 0-0
42) 0-0
Nú var tætt við, at Víkingur legði seg framum. Eftir at tað við horna varð lagt innfyri og stútað ímóti málinum, bjargaði B68 á málstrikuni.
37) 0-0
Tað gongur javnt á, og talan er ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. Besta møguleikan átti B68, tá ið Niklas F. Joensen við stútara sendi bóltin dygst við síðuna av stólpanum, eftir at liðformaðurin Jann Ingi Petersen við frísparki hevði lagt innfyri.
25) 0-0
Tað gongur javnt á. Víkingur hevur havt ein møguleika, og nú var tað Jónleif Højgaard hjá B68, sum var leysur. Geza Turi bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.
13) 0-0
Í gjárkvøldið var ódnarveður í Gøtu. Í dag eru líkindini í Leirvík væl betri. Trettan minuttir vórðu farnir, tá ið tað í gjárkvøldið varð blást av, og tað er har, tað verður lagt fyri ídag.
Uppi á Brekku í Leirvík hava teir næstbestu hjá Víkingi vitjan av B68. Um tað eydnast B68 at vinna, so flyta toftamenn upp í bestu deildina.
Víkingur - B68 kl. 12.00
Dómari: Aron S. Vest
Víkingur: Geza Tamas Túri – Tróndur á Høvdanum, Bergur Gregersen, Mikal á Reynatrøð, Óla Kristian Skála Jacobsen, Pól Enok Hansen, Magnus Heinason, Tonni J. Thomsen, Geza David Túri, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson
B68: Petur Meinhard Magnussen – Petur í Túni Petersen, Niklas F. Joensen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Jann Ingi Petersen, Óli Højgaard Olsen, Jónleif Højgaard, Esmar P. Clementsen, Bárður Ólavsson Jensen, Pedro Taracon Anton, Albert Róin Johannesen