Beinleiðis: Elias bjargaði Víkingi steypið

Víkingur vann stórsteypadystin eftir brotssparkskapping

Víkingur hevur tryggjað sær steypið í Stórsteypadystinum ímóti NSÍ.

Eftir vanliga leiktíð var 1-1. Árni Frederiksberg legði beinanvegin NSÍ framum, og eftir stórt korter javnaði Aseshina Lawal, tá ið hann var fyrstur á returbóltinum, eftir at Tórður Thomsen í NSÍ málinum hevði hálvbjargað brotssparkinum hjá Lawal.

Í fyrra hálvleiki var tað í longum løtum væl skipað spæl og góð leikferð.

Eftir steðgin varð tað meiri tilvildarligt, og tá var tað langt millum málmøguleikarnar.

Tá ið Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 1-1.

 

So varð farið til brotssparkskapping, og tá var stóri maðurin Víkinga málverjin Elias Rasmussen.

Hann tveitti seg fimm ferðir í rætta borðið, og hann bjargaði tríggjar ferðir. Tað var tá ið Øssur Dalbúð, Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen royndu seg. Fyri NSÍ skoraðu Árni Frederiksberg og Petur Knudsen.

 

Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargaði royndini hjá Arnbjørn Svensson. Fyri Víking skoraðu Adeshina Lawal, Heðin Hansen og Sølvi Vatnhamar. 

 

Brotssparkskapping

NSÍ-Víkingur

1-0: Árni Frederiksberg dygst úti við stólpan til høgru fyri seg sjálvan

1-1: Adeshina Lawal leggur bóltin høgt til vinstru fyri seg sjálvan

2-1: Petur Knudsen. Elias Rasmussen fær hondina á, og tað er um reppið, at hann bjargar

2-2: Heðin Hansen skorar trygt við at leggja bóltin til høgru fyri seg sjálvan 

2-2: Øssur Dalbúð misnýtir - Elias Rasmussen bjargar

2-3: Sølvi Vatnhamar skorar trygt við at leggja bóltin til høgru fyri seg sjálvan

2-3: Pól Jóhannus Justinussen misnýtir - Elias Rasmussen bjargar

2-3: Arnbjørn Svensson misnýtir - Tórður Thomsen bíðar og bjargar, tá ið bólturin verður settur mitt í málið

2-3: Klæmint A. Olsen misnýtir - Elias Rasmussen bjargar

Víkingur vann brotssparkskappingina 3-2. Víkingur misnýtti eitt og NSÍ misnýtti trý brotsspørk.

Víkingur skoraði tríggjar ferðir í brotssparkskappingini og NSÍ tvær ferðir. Víkingur royndi fýra ferðir og NSÍ fimm ferðir við brotssparki.

Samantalt vann Víkingur 4-3.

 

Víkingur-NSÍ 1-1 (1-1) 3-2 í brotssparkskapping

Víkingur vinnur samantalt 4-3

Dómarakvartett: Alex Troleis, Andrew Christiansen, Jan Hermansen og Rúni Gaardbo (fjórði dómari)

0-1: Árni Frederiksberg 7.

1-1: Adeshina Lawal 18.

Víkingur: Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Dennis Nieblas Moreno - Elias J. Lervig, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Hans Jákup J. Lervig - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal, Philip Djordjevic (Arnbjørn Svensson, 82.)

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Magnus Jarnskor, Hjalti Strømsten, Mikal á Reynatrøð, Pól Enok Hansen og Tonni J. Thomsen.

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen, Philip Djordjevic

NSÍ: Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen (Pætur Hentze, 54.), Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv - Bethuel Hansen (Øssur Dalbúð, 63.), Fróði Benjaminsen (Karl Løkin, 90.), Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen (Petur Knudsen, 68.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Eli Joensen og Jann Martin Mortensen 

Gult kort: Árni Frederiksberg, Bárður J. Hansen, Pól Jóhannus Justinussen

 -----

LIÐUGT

92) 1-1

Alex Troleis bríkslar fyri síðstu ferð, og nú verður brotssparkskapping fyrireikað.

 

90) 1-1

Fróði Benjaminsen fer av vøllinum, og Karl Løkin verður settur inn á NSÍ miðvøllin.

 

87) 1-1

Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar, og síðstu løtuna hava eingir málmøguleikar verið.

 

82) 1-1

Philip Djordjevic fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Arnbjørn Svensson í framrættaða ódn hjá Víkingi.

 

78) 1-1

Sølvi Vatnhamar sendir við frísparki bóltin framvið NSÍ málinum.

 

77) 1-1

GULT KORT: Pól Jóhannus Justinussen sær gult fyri fríspark ímóti Sølva Vatnhamar átjan metrar frá baklinjuni og eitt vet til høgru. Vandamikil frísparksstøða.

 

73) 1-1

NSÍ hevur gjørt tríggjar skiftingar. Í kvøld er loyvt at gera fimm skiftingar.

Víkingur spælir framvegis við teimum somu ellivu, ið vóru við frá fyrsta bríksli.

 

71) 1-1

Øssur Dalbúð strýkur ígjøgnum í høgru og leggur væl innfyri, men eingin av NSÍ spælarunum er klárur undir málinum, og so fer bólturin heilt yvir í hitt borðið.

 

70) 1-1

Atli Gregersen stórkiksar, tá ið hann aftarlaga úr høgru ætlar at leggja aftur til málverjan. NSÍ er í sera upplagdari støðu mitt fyri málinum, men raski Hans Jákup Lervig megnar at takla til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

68) 1-1

NSÍ skiftir út fyri triðju ferð: Jann Benjaminsen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Petur Knudsen.

 

65) 1-1

Trýstið á Víkinga málið er linkað, og spælið hongur ikki so væl saman, sum tað gjørdi í løtum í fyrra hálvleiki.

Nú var Elias Lervig í góðari støðu í høgru, men bólturin fór væl omanfyri NSÍ málið.

 

63) 1-1

NSÍ skiftir út fyri aðru ferð: Av vøllinum fer Bethel Hansen, og í hansara stað verður settur Øssur Dalbúð, sum tykist vera mest sum undir liðini á Klæmint A. Olsen.

 

57) 1-1

Nú hevur NSÍ í eina løtu verið greitt omaná, og talan hevur fleiri ferðir verið um tætt við og næstan støður.

 

54) 1-1

NSÍ skiftir út. Bárður J. Hansen fer av vøllinum, og nýggjur á høgra vongverja er Pætur Hentze.

 

53) 1-1

Eftir fínt álop roynir Árni Frederiksberg úr høgru og ímóti Víkina málinum, men Elias Rasmussen bjargar til horna í høgru.

Innleggið frá Árna Frederiksberg er gott, og Pól Jóhannus Justinussen stútar út frá handara stólpa og omanfyri málið.

 

48) 1-1

NSÍ vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

Ongar skiftingar eru gjørdar enn.

 

46) 1-1

NSÍ gevur bóltin upp.

 

Teir eru farnir at hvíla seg, nú fyrri hálvleikur í stórsteypadystinum millum Víking og NSÍ á Tórsvølli er av.

Intensiteturin hevur verið stórur. Tað er ferðmikið, og spælararnir leggja nógv fyri í nærdystunum, sum viðhvørt hava verið eitt sindur ófantaligir, tí tað er so hált.

 

Undan seinna hálvleiki kennist alt vera púra opið. Í NSÍ álopinum sær tað út til, at Árni Frederiksberg er heilt væl upplagdur, og í hinum endanum er Adeshina Lawal rættiliga væl upplagdur.

 

45+2) 1-1

HÁLVLEIKUR

 

45+1) 1-1

GULT KORT: Philip Djordjevic hjá Víkingi sær gult fyri ófantaligt fríspark.

 

 

45) 1-1

Elias Lervig, sum er nýggjur í høgru hjá Víkingi, er sera eyðsýndur í gjøgnumbrotum, men innleggini eru ikki altíð so neyv.

 

45) 1-1

Tveir minuttir lagdir aftrat.

 

42) 1-1

Jann Benjaminsen er á fótum aftur.

 

41) 1-1

Árni Frederiksberg leggur innfyri úr høgru, og Klæmint A. Olsen stýrir bóltin á tvørtræið aftanfyri Víkinga málverjan. Sera vandamikið.

Jann Benjaminsen liggur skaddur á vøllinum. Hann sær út til at hava rættiliga ilt.

 

38) 1-1

GULT KORT: Atli Gregersen hjá Víkingi sær gult fyri fríspark ikki so langt uttanfyri egnan brotsteig. Einki spyrst burturúr innlegginum hjá NSÍ.

Vøllurin er hálur, og tað man vera ein partur av orsøkini til nógvu gulu kortini. Tað er ferðmikið og intenst.

 

33) 1-1

Víkingur vinnur horna í vinstru. Jóhan Troest Davidsen stútar bóltin út frá málinum, og so er um reppið, at tað verður vandamikið í hinum endanum, tá ið Einar Tróndargjógv leggur bóltin langt fram, har tað eru tríggir ímóti trimum.

 

29) 1-1

GULT KORT. So sær Bárður J. Hansen hjá NSÍ gula kortið fyri fríspark stutt aftanfyri miðstrikuna.

 

27) 1-1

Nú var um reppið, at Hans Jørgen Djurhuus sá gult fyri aðru ferð, men dómarin gav honum bara eina avgjørda átalu fyri ófantaligt fríspark.

 

25) 1-1

GULT KORT: Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi sær gult fyri ófantaliga takling ímóti Bethuel Hansen.

 

23) 1-1

Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, og nú hevur Víkingur av álvara fingið blóð á tonna.

 

21) 1-1

GULT KORT: Árni Frederiksberg hjá NSÍ sær gult fyri ófantaliga takling ímóti Sølva Vatnhamar.

 

18) 1-1

1-1: Adeshina Lawal

Tórður Thomsen hálvbjargar, tá ið Adeshina Lawal roynir seg úr brotssparksblettinum, men Adeshina Lawal er fyrstur á returbóltinum, og trillar bóltin í málið.

Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki, tá ið hann metti, at Jóhan Troest Davidsen eftir Víkinga hornaspark úr vinstru helt um nýggja Víkinga miðverjan Dennis Moreno.

 

12) 0-1

Sera hendingarríkt síðsta minuttin. Klæmint A. Olsen var um reppið at økja um leiðsluna, eftir at Fróði Benjaminsen legði innfyri úr høgru, men Elias Rasmussen bjargaði.

Í næsta álopi var um reppið, at Víkingur javnaði. Heðin Hansen royndi seg av brotsteigarmarkinum, men Tórður Thomsen bjargaði til horna í vinstru, sum einki spurdist burturúr.

 

07) 0-1

0-1: Árni Frederiksberg

Víkingur kiksar í uppspælinum í vinstru. Bárður J. Hansen leggur innfyri úr høgru, og eftir NSÍ kiks undir málinum endar tað við, at Árni Frederiksberg temur bóltin og sendir hann úr stuttari fjarstøðu og í málið.

 

05) 0-0

Sera friðarlig løta. Víkingur hevði júst nú horna í høgru, men tað spurdist einki burturúr.

 

01) 0-0

Víkingur gevur bóltin upp. Tað eru ikki nógvir áskoðarar á Tórsvølli.

 

00)

Uppstillingin hjá Víkingi:

Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Dennis Nieblas Moreno - Elias J. Lervig, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Hans Jákup J. Lervig - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal, Philip Djordjevic

Uppstillingin hjá NSÍ:

Tórður Thomsen - Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv - Bethuel Hansen, Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen

 

00)

Tað er stilt og turt. Eitt lítið følv er, men tað fer neyvan at órógva nakað serligt.

 

00)

Alex Troleis er dómari, hjálpardómarar eru Andrew Christiansen og Jan Hermansen, og fjórði dómari er Rúni Gaardbo.

 

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í stórsteypadystnum millum Víking og NSÍ.

Sammett við tað manningina, sum fyri tað mesta mannaði meistaraliðið hjá Víkingi í fjør, eru fleiri broytingar á liðnum, sum nú hitar upp á Tórsvølli.

-Onkrir eru ikki tøkir, og onkrir eru smáskaddir. Vit hugsa mest um fyrsta umfar í landskappingini, tá ið vit um eina viku skulu spæla ímóti Skála, sigur Víkinga venjarin Maurice Ross.

Eitt nú sæst einki til Hanus Jacobsen, sum hevur verið ein av drúgvastu spælararnar hjá Víkingi.

 

Millum teir, sum eru millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, eru tvíburarnar Elias og Hans Jákup Lervig. Í fjør vóru teir onkra løtuna á besta liðnum.

Víkingaliðið í kvøld: Elias Rsmussen – Atli Gregersen, Elias J. Lervig, Dennis Nieblas Moreno, Heðin Hansen, Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Jákup J. Lervig, Hans Jørgen Djurhuus, Gunnar Vatnhamar, Adeshina Lawal.

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Magnus Jarnskor, Arnbjørn Svensson, Hjalti Strømsten, Mikal á Reynatrøð, Pól Enok Hansen og Tonni J. Thomsen.

 

NSÍ liðið tykist vera heilt væl mannað. Allir teir, sum vóru við í fjør, eru á listanum í kvøld, og har eru eisini Fróði Benjaminsen, sum í fjør vann FM við Víkingi, og Jóhan Troest Davidsen, sum í fjør var liðformaður í HB.

Málverjin Símun Rógvi Hansen er skaddur, og í kvøld verjir Tórður Thomsen, sum undanfarnu árini hevur spælt við B36, NSÍ málið.

Millum teir á beinkinum eru Per Langgaard, Karl Løkin og Øssur Dalbúð, sum í vetur flutti úr HB og til barndómsfelagið NSÍ.

NSÍ liðið í kvøld: Tórður Thomsen – Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Árni Frederiksberg, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen, Bárður J. Hansen, Bethuel Hansen.

Á beinkinum: Eli Joensen, Per Langgaard, Karl Løkin, Øssur Dalbúð, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze og Petur Knudsen.