10. umfar í landskappingini 2017 er í dag. Dystirnir eru KÍ-07 Vestur, Víkingur-Skála, HB-ÍF og TB/FSC/Royn-EB/Streymur. Fimti dysturin, sum er millum NSÍ og B36 verður í morgin. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Allir dystinir í dag byrja klokkan 15.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Í Klaksvík millum KÍ og 07 Vestur, í Gundadali, har kreppufundur er millum HB og ÍF. Í 3. Hálvleiki, sum verður aftaná dystirnar verður tosað við millum annað Poul Ingason (TB/FSC/Royn), Heðin Askham (EB/Streymur), Pætur Dam Jacobsen (Skála) og Atla Gregersen (Víkingur)
Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður frá dystinum í Gøtu millum Víking og Skála.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum við Stórá millum TB/FCS/Royn og EB/Streym.
TB/FSC/Royn – EB/Streymur: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
10. umfar:
KÍ-07 Vestur: Ransin Djurhuus (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur-Skála: Dagfinn Forná (15.00)
HB-ÍF: Lars Müller (15.00) Beinleiðis á Rás2
TB/FCS/Royn-EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum (15.00)
Mándagin:
NSÍ-B36: Petur Reinert Beinleiðis á Rás2
Støðan undan tíggjunda umfari:
1. KÍ 19 stig
2. Víkingur 17 stig
3. NSÍ 16 stig
4. B36 12 stig
5. Suðringar 12 stig
6. HB 10 stig
7. Skála 9 stig
8. EB/Streymur 8 stig
9. 07 Vestur 8 stig
10. ÍF 6 stig