Kl. 15.30 byrjar kvinnufinalan millum Dráttur og Fleyr.
Fleyr vann fyrru finaluna 1-3 (20-25,10-25,25-13 og 13-25), og hevur tí ein fyrimun undan dystinum í dag. Tó verður kvinnufinalan mett at vera nógv meira opin, enn hvat mansfinalan varð mett at vera.
Gylta settið
Um mansliðið hjá Fleyr ella kvinnuliðið hjá Drátti vinna finalurnar í dag, verður leitk eitt Gylt sett, sum so avgerð FM-heitið.
Spælt verður upp í 15, men tó skulu verða 2 stig á muni. Vinnarin av settinum er Føroyameistari 2015/16.
Vit fylgja dystargongdini beinleiðis á in.fo undir her:
Gylta settið:
16-14: Eftir eitt heilt ótrúligt comeback, eydnaðist tað Fleyr at vinna FM finaluna hjá kvinnum. Tær eru Føroyameistarar í kvinnuflogbólti fyri fyrstu ferð síðani 1997.
Dráttur var í dag greitt omaná, og vunnu vanliga dystin 3-0, men í Gylta settinum slerdu kvinnurnar hjá Fleyr til, og vunnu FM heitið.
15-14 til Fleyr: Match-bóltur til Fleyr!
14-14: Enn einaferð háspenningur í høllini á Hálsi. Nú er javnleikur 14-14.
13-11 til Drátt: Eftir ein heilt ótrúligan bólt, eydnaðist tað Drátti at fáa stig. FM heitið liggur nú í hondunum hjá Drátti.
11-10 til Fleyr: Nú er Fleyr á FM kós. Fleyr førir nú 11-10. Ótrúligur spenningur í avgerandi settinum!
9-9: Nú er háspennningur í avgerandi settinum. Fleyr er nú komið inn aftur í dystin, og er støðan nú javnleikur 9-9.
9-6 til Drátt: Tað er framvegis Dráttur sum er omaná. Støðan er nú 9-6 til Drátt.
7-4 til Drátt: Dráttur er nú á odda 7-4 í gylta settinum.
4-2 til Drátt: Nú er Dráttur av álvara á FM kós. Tær føra nú 4-2 í gylta og avgerandi settinum.
2-2: Tað gongur javnt fyri seg í Gylta settinum. Støðan er nú 2-2 javnleikur í avgerandi FM-settinum.
STØÐAN Í LØTUNI: 3-0 til Drátt (Fyrsta sett 27-25, Annað sett 25-23, Triðja sett 25-16)
Triðja sett:
25-16: So skulu vit royna Gylta settið fyri fyrstu ferð nakrantíð í føroyskari flogbóltssøgu. Dráttur vann triðja settið 25-16, og harvið dystin 3-0. Men dysturin er ikki liðugur enn, tí nú skal eitt avgerandi sett avgera FM heitið hjá kvinnum.
21-14: Tað tykist eingin ivi vera um at Dráttur eisini vinnur triðja settið. Venjarin hjá Fleyr hevur nú tikið allar tær bestu leikararnar av vøllinum, og sparir tær sostatt til tað Gylta og avgerandi settið, sum fer at vera spælt um eina løtu.
17-14 til Drátt: Fleyr er nú komið betur inn í settið, og er munurin nú minkaður til 17-14.
15-8 til Drátt: Dráttur er greitt omaná í triðja settinum, og eru nú á odda 15-8. Alt bendir tí á at Gylta settið verður tikið í nýtslu fyri fyrstu ferð í Føroyum í dag.
9-6 til Drátt: Kvinnurnar á liðnum hjá Drátti tykjast betri upplagdar í dag enn hósdagin. Tær hava vunnið tey bæði undanfarnu settini, og eru nú á odda 9-6 í triðja settið.
5-4 til Drátt: Dráttur hevur eisini fingið eina betri byrjan á tað triðja settið. Heldur støðan sær og Dráttur vinnur triðja sett, má Gylta settið takast í nýtslu, sum verður fyrsta ferðin í føroyskari flogbóltssøgu at tað verður brúkt.
Annað sett:
25-23 til Drátt: Hóast tær vóru aftanfyri stóran part av settinum, eydnaðist tað Drátti at vinna annað sett eisini. 25-23 endaði annað sett.
22-21 til Fleyr: Nú er stórur spenningur aftur í settinum. 22-17 leiðslan er nú minkað niður til 22-21, soleiðis at bert tað eina stigið skilur liðini bæði.
22-17 til Fleyr: Nú bendir nógv á, at Fleyr fer at vinna annað sett, og harvið fær javnað til 1-1 í dystinum. Tær eru á odda við fimm stigum í løtuni.
14-11 til Fleyr: Fleyr hevur nú vent settinum. Støðan er nú 14-11 til Fleyr.
11-10 til Drátt: Tað er framvegis Dráttur sum er á odda í øðrum settið. Men tað gongur javnt fyri seg. Í løtuni er 11-10 til Drátt.
8-7 til Drátt: Dráttur er nú av álvara komið inn í settið aftur. Eftir at Fleyr annars var á odda 7-3, er Dráttur nú komið upp á 8-7, og hava tær sostatt vunnið fimm bóltar upp í slag.
6-3 til Fleyr: Nú er tað Fleyr sum er omaná. Í øðrum settið eru tær nú á odda 6-3.
Fyrsta sett:
27-25 til Drátt: So er fyrsta settið avgjørt, og var tað Dráttur sum vann tað. Støðan í fyrsta settinum endaði 27-25 til Drátt. Dráttur er tí á odda 1-0 í seinnu FM finaluni.
Fleyr vann fyrru FM finaluna 3-1.
22-22: Nú er Fleyr av álvara komið inn í settið aftur. Støðan er nú javnleikur 22-22.
21-18 til Drátt: Dráttur er omaná í fyrsta settið. Tær eru nú á odda 21-18 og líkjast einum vinnara av fyrsta settið.
16-14 til Drátt: Tað er framvegis Dráttur sum er á odda í fyrsta settið. Nú er støðan 16-14 til Drátt.
9-7 til Drátt: Nú hevur Dráttur vent fyrsta settinum. Tær eru nú á odda 9-7.
6-5 til Fleyr: Tað gongur javnt fyri seg í fyrsta settið, men Fleyr eigur ein lítlan mun allíkavæl.
4-2 til Fleyr: Tað er Fleyr sum hevur fingið eina betri byrjan uppá seinnu FM finaluna. Tær hava lagt seg á odda 4-2 í fyrsta settið.
Leikarar hjá Drátti:
1. Joan Johannesen
2. Helga Nordendal
3. Sólgerð Henriksen
4. Kristina Mouritsen
5. Petra Súnadóttir Hansen
6. Ruth Albinsdóttir
7. Bettieyð Ellingsgaard
8. Anna Súnadóttir Hansen
9. Silja Briansdóttir
11. Elspa Sofía Joensen
12. Jórunn Elisdóttir Vang
13. Barbara Herdalur Poulsen
Leikarar hjá Fleyr:
1. Esther Rasmussen
2. Kristina Østerø Knudsen
3. Magnhild Jacobsen
4. Anna Falkenberg
5. Súsanna Ludvig
6. Anna Sára Skaalum
7. Eva W. Nagata
8. Anna Gøthe Magnusdóttir
9. Anja Danielsen
10. Hilda Bolstad Mortensen
12. Lýdia á Smíð
13. Judit Tummasardóttir
15. Gunnvør Joensen
18. Trina Elttør Eysturoy