Beinleiðis: KÍ er í nýggjari uppstilling

Líkindini at spæla fótbólt á Summarfestivalinum í Klaksvík eru av teimum fagrastu

Tað er av álvara kynt undir stórdyst í Klaksvík í kvøld. Líkindini eru av teimum allar fagrastu, og teir eru júst lidnir at væta spildurnýggja vøllin á Eiðinum í Klaksvík, har KÍ og Víkingur klokkan 18.15 fara at spæla fyrsta dystin í 18. umfari í landskappingini.

Simon Sandmæl hevur seinastu vikuna verið darvaður av skaða í rygginum. Hann var ikki førur fyri at spæla í Fuglafirði sunnudagin, og hann er ikki førur fyri at spæla íkvøld. Tað er dyggur smeitur hjá KÍ, tí Simon Sandmæl hevur verið mest eyðsýndi KÍ spælarin higartil í ár.

Tað er óvæntað, at Darius Lewis er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Mikkjal Thomassen hevur valt skjóta unga mannin, sum nýliga hevur verið skaddur og ikki hevur verið á besta liðnum síðani nakað undan summarsteðginum.

Darius Lewis er tikin framum Boris Dosljak og Jonn Johannesen. Aftur í kvøld er Steinbjørn Olsen í miðverjuni, har leikbannaði Deni Pavlovic annars plagar at vera undir liðini á Jesper Brinck.

HGjá Víkingi er Andreas Lava Olsen aftur í kvøld á beinkinum.

Tað ber til at fylgja við á FM1, har Tróndur Arge sigur frá.

Og tað ber til at fylgja við her á in.fo

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/beinleidis-ki-er-i-nyggjari-uppstilling/

 

KÍ – Víkingur kl. 18.15

Dómari: Alex Troleis

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Darius Lewis – Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Dion B. Splidt, Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal