Beinleiðis: KÍ skrivar søgu í Europa

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur KÍ vunnið seg víðari í europeiskari kapping

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur KÍ megnað at spæla seg víðari í europeiskari kapping. Tað endaði í kvøld við 2-1 sigri ímóti Birkirkara av Malta. KÍ vann samantalt 3-2.

KÍ legði seg framum dygst undan steðginum, tá ið Deni Pavlovic skoraði, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Páll A. Klettskarð um leiðsluna til 2-0.

Fram til tað restaðu tríggir minuttir var KÍ greitt omaná, og tað vóru nógvir møguleikar at økja um leiðsluna og harvið at taka allan spenning burtur.

So minkaði maltesiska liðið um munin, og síðstu lítlu løtuna var tað fleiri ferðir heilt spennandi í KÍ brotsteiginum. Í tí eina førinum bjargaði KÍ málverjin Kristian Joensen meistarliga væl.

Tað eydnaðist KÍ at halda tørn, og harvið hava klaksvíkingar fyri fyrstu ferð nakrantið vunnið samantalt í Europa.

 

KÍ avrikið var taktiskt meistarligt. Stórur dentur varð lagdur á væl skipað verjuspæl, og í framrættaða partinum vóru Páll A. Klettskarð og Semi Hadzibulic framúr í fínum liðavriki.

-Tað var framúr at vera við til at skriva KÍ søgu. Vit høvdu tamarhald á tí og áttu kanska at havt skorað fleiri mál. Síðstu løtuna mistu vit pressið á teimum, og tá kendist tað ikki sørt ruðuleikakent, men tíbetur eydnaðist tað, og málverjin bjargaði okkum meistarliga, sigur Ólavur Niclasen, sum í kvøld var miðverji saman við Deni Pavlovic.

 

KÍ málverjin Kristian Joensen hevði mesta partin av tíðini lítið og einki at gera. Síðstu fimm minuttirnar vísti hann seg at vera stinnur:

-Eg hevði álit á stinnu verjuni, og tíbetur eydnaðist tað at vippa bóltin uppum, hóast eg sá bóltin heldur seint. Vit vunnu, og tað var góð kensla, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, sigur KÍ málverjin Kristian Joensen.

 

KÍ - Birkirkara 2-1 (1-0)

1-0: Deni Pavlovic 45+2.

2-0: Páll A. Klettskarð 59.

2-1: Marcelinho 90.

KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 3-2

Dómarabólkur úr Svøríki: Kristoffer Karlsson, Peter Magnusson, Mikael Hallin og Andreas Ekberg

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclasen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Hørður Askham, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen - Semir Hadzibulic (Steinbjørn Olsen,  86./Hjalgrím Elttør, 93.),  Páll A. Klettskarð

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt P. Joensen, Mikkjal á Bergi, Kristoffur Jakobsen, Aksel B. Danielsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen

Gult kort: Semir Hadzibulic, Ísak Simonsen

Venjari: Mikkjal Thomassen

Hjálparvenjari: Jákup Mikkelsen

Birkirkara: Naumovski – Attard, Mrsulja, Eduardo Mancha, Umeh (Zammit, 79.) – Mifsud, Andjelkovic, Micallef (Herrera, 61.) ,Marcelinho – J. Grech (Stanimir, 73.), Fabiano

Gult kort: Mrsulja, Marcelinho, Eduardo Mancha

 

Venjari: Paul Zammit 

--

LIÐUGT

2-1

 

94) 2-1

Bólturin er leysur í KÍ brotsteiginum, men tað endar við, at KÍ málverjin Kristian Joensen fær fatur á honum.

 

92) 2-1

KÍ skiftir út: Steinbjørn Olsen fer av aftur vøllinum, og í hansara stað verður settur Hjalgrím Elttør.

 

90) 2-1

Fýra minuttir lagdir aftrat.

 

89) 2-1

2-1: Marcelinho

Nú var friðarligt í Gundadali. Tað er av álvara spenningur í, nú Birkirkara bara er eitt mál frá at spæla seg víðari í næsta umfar.

 

89) 2-0

Birkirkara hevur horna, og bólturin verður stútaður á tvørtræið.

 

88) 2-0

Mifsud smekkar til av brotsteigarmarkinum, og KÍ málverjin er í fullari longd, tá ið hann bjagar. Hetta var framúr bjarging, tá ið havt verður í huga, at málverjin einki hevur havt at gera higartil.

 

86) 2-0

KÍ skiftir út: Semi Hadzibulic fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Steinbjørn Olsen.

 

85) 2-0

Birkirkara verjan er í upploysn. Nú var Páll A. Klettskarð aftur í góðari støðu, men javnvágin var ikki nóg góð, og bólturin fór væl omanfyri málið.

 

83) 2-0

So er aftur tætt við. Semir Hadzibulic sneiðir seg leysan og leggur til Páll A. Klettskarð, sum smekkar til, men bólturin fer skeivu megin stólpan og í síðunetið.

 

81) 2-0

KÍ yvirvágin er nú so stór, at triðja málið, sum hevði tikið allan spenning burtur, er undir borðinum. Nú spældi Semir Hadzibulic Páll Klettskarð leysan, men hann var rangstaddur.

 

79) 2-0

Birkirkara skiftir út: Zammit avloysir Umeh.

 

76) 2-0

Nú er tað klassamunur. KÍ vinnur horna í høgru, sum Jákup B. Andreasen tekur sær av, men tað spyrst einki burturúr.

 

73) 2-0

Birkirkara skiftir út: Av vøllinum fer J. Grech, og í hansara stað verður settur Stanimir.

 

72) 2-0

Birkirkara tiltuskar sær horna, sum einki spyrst burturúr.

Hjá maltesiska liðnum er setningurin at skora tvey mál. Um teir megna tað, og KÍ ikki skorar fleiri mál, so verður samantalda úrslitið 2-2, og so verður tað Birkikara, sum fer at halda fram í kappingini við fleiri málum á útivølli. Men støðan er framvegis 2-0 til KÍ.

 

71) 2-0

GULT KORT. Ísak Simonsen sær gult fyri at pjaka sær í sambandi við fríspark.

 

67) 2-0

Tað er synd at siga, at Kristian Joensen í KÍ málinum er ovbyrjaður. Higartil hevur tað ikki verið neyðugt hjá honum at vísa sínar dygdir. Bara einaferð hevur Birkirkara roynd verið innanfyri málkarmin.

 

66) 2-0

GULT KORT. Marcelinho hjá Birkirkara sær gult fyri fríspark.

 

64) 2-0

Birkirkara roynir at spenna álopsbogan, men talan er um øgiliga mótbrekku, tí KÍ er framúr væl skipað í verjuni, og møguleikin fyri skjótum KÍ mótálopum lúrir støðugt.

 

61) 2-0

Birkirkara skiftir út: Herrera avloysir Micallef.

 

59) 2-0

2-0: Páll A. Klettskarð

Ronni Møller-Iversen roynir seg, málverjin hálvbjargar, Semir Hadzibulc roynir seg so, málverjin hálvbjargar aftur, og so leggur Semir Hadzibulic bóltin fyri føturnar á KÍ liðformanninum Páll A. Klettskarð, sum úr fimm metrum setur bóltin í málið.

 

55) 1-0

Maltesararnir hava stórar trupulleikar, tá ið teir royna at sparka burtur ímóti lotinum, sum er frískari, enn tað var í fyrra hálvleiki. Nú regnar, og tað er neyvan til fyrimunar fyri gestirnar sunnan úr Miðalhavinum.

 

52) 1-0

Ronni Møller-Iversen leggur innfyri við horna, og maltesarnir bjarga á strikuni, tá ið Páll A. Klettskarð roynir seg.

 

51) 1-0

KÍ leggur fyrst og fremst dent á at vera væl skipað í verjuni. Gestirnir eru noyddir at leypa á. Tað gongur illa, og meiri teir leggja fyri, størri verður møguleikin hjá KÍ at fara í mótálop.

 

46) 1-0

KÍ hevur fríska lotið undan í seinna hálvleiki.

Teir somu 22 eru komnir aftur á vøllin, sum vóru tað frá dystarbyrjan.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

 

45) 1-0

1-0: Deni Pavlovic

Eftir horna er tað miðverjin Deni Pavlovic, sum skorar. Hann skoraði eisini málið á Malta.

Tað var Jákup B. Andreasen, sum við horna úr høgru legði innfyri, og Páll A. Klettskarð stýrdi við handara stólpa innfyri aftur til Deni Pavlovic, sum skoraði.

 

37) 0-0

Vestara skýlið er um at vera fullsett, og KÍ spælararnir vísa fínan hugburð.

 

33) 0-0

Birkirkari hevur lotið undan, men tað riggar einki serligt hjá gestunum, sum kanska eru darvaðir av veðrinum. Teir trívast ikki í hesum veðrinum. Nú kennist meiri enn so úr honum.

 

30) 0-0

KÍ er leikliga omaná, men higartil hevur tað ikki eydnast at vinna størri møguleikar enn hornaspark. Nú vinnur KÍ sætta hornasparkið. 

 

 

24) 0-0

Jákup B. Andreasen leggur innfyri við horna, og tað er um reppið, at Deni Pavlovic sleppur framat at stúta ímóti málinum.

 

22) 0-0

Eftir fínt uppspæl roynir Semir Hadzibulic seg við skoti úr vinstru, og málverjin bjargar dygst við stólpan.

 

20) 0-0

KÍ er sera væl skipað í verjupartinum. Fótbóltsspælið kann verða betri, enn tað hevur verið higartil.

 

17) 0-0

Fremsti maður hjá KÍ, liðformaðurin Páll A. Klettskarð, kennist vera óføra væl upplagdur. Hann arbeiðir nógv og er støðug hóttan.

 

15) 0-0

GULT KORT: Semir Hadzibulic tá ið hann tekur hondina fyri andlitið og bólturin rakar armin. Sera bíligt gult kort.

 

03) 0-0

Í útgangsstøðu er Páll A. Klettskarð einsamallur á KÍ toppinum, men Semir Hadzibulc stuðlar honum væl.

 

KÍ - Birikirkara kl. 19.00

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclasen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Semir Hadzibulic, Hørður Askham, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen - Páll A. Klettskarð