Her ber til at síggja beinleiðis stroyming frá dystinum millum Kosovo og Føroyar. Dysturin, sum verður spældur á Frankfurter Volksbank Stadion í Frankfurt í Týsklandi, byrjar klokkan 19.00
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja stroymingina av dystinum
Á In.fo verður beinleiðis tekstfráøgn. Rás2 er á staðnum og sigur frá dystinum. Dysturin verður eisini stroymaður í samstarvið við FSF Varpið.
Stroyming: Trýst á pílin á myndini ella HER
Gunnar Nielsen stendur í mál, meðan verjan er frá høgru; Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen.
Les eisini: Venjing avlýst í Frankfurt
Á miðjuni fær Tróndur Jensen afturval á aftasta miðvøllinum. Saman við honum eru Hallur Hansson og frammanfyri teir Brandur H. Olsen. Á høgra vongi verður Sølvi Vatnhamar, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu verður á vinstra vongi. Klæmint A. Olsen byrjar sum áleypari.
Les eisini: Fyrsta metingin um liðið
Væntandi fáa flestu av útispælarunum í minsta lagi nakrar minuttir á vøllinum. Teir eru Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Bogi R. Petersen, René S. Joensen, Finnur Justinussen og Páll A. Klettskarð.