Beinleiðis: Sundalagið og Skála er steypavinnari

Klokkan 17.30 er fyrsta bríksl millum HB og EBS/Skála kvinnur

LIÐUGT

2-3

93) 2-3

EBS/Skála skiftir út: Randi Fagradal fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Eyðbjørg Ellingsgaard.

90) 2-3

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

88) 2-3

So hevði EBS/Skála fínan møguleika. Heidi Sevdal legði fínt og neyvt innfyri úr vinstru, og Margunn Lindholm fekk akkurát ikki við høvdinum stýrt bóltin móti málinum.

86) 2-3

HB sleppur í verjupartinum. Í staðin fyri at halda fimm í aftastu røð, so eru tær nú fýra. Tað kennist ávís optimisma í reyðu og svørtu leguni, men tað skal nógv til at koppa EBS/Skála kvinnunum, sum hava betri tak á fótbóltsspælinum.

82) 2-3

2-3: Milja R. Simonsen

Við fínum einmansavriki heldur Milja R. Simonsen lív í HB vónini.

80) 1-3

EBS/Skála skiftir út: Rúna Joensen fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Lea Lisberg

79) 1-3

HB ger tvær skiftingar:

Lea Hansen avloysir Liljuna av Fløtum Petersen.

Sara Samson Lamhauge avloysir Janitu Ole-Jacobsen.

79) 1-3

1-3: Birna Johannesen

Bólturin er aftur í HB brotsteiginum, har Margunn Lindholm temur bóltin til Birnu Johannesen, sum smekkar til av brotsteigarmarkinum, og bólturin syngur í HB netinum. Stórur fagnaður í EBS/Skála leguni.

74) 1-2

EBS/Skála er greitt omaná, men nú var áminning um, at møguleikin framvegis lúrir fyri, at HB skal javna. Milja R. Simonsen var um reppið at verða heilt leys eftir framlegging.

72) 1-2

Fínt EBS/Skála álop, sum endar viuð, at Birna Johannesen stingur inn um verjuna til Margunn Lindholm, ið brestir saman við Simonu Heinesen, tá ið hon roynir seg. Tað endar við horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.

70) 1-2

773 áskoðarar kring Tórsvøll í góðveðrinum.

64) 1-2

Heidi Sevdal roynir seg við frísparki úr 31 metrum. Bólturin brestur í tvørtræið, og tað endar við horna. Eftir aftur og fram í brotsteiginum skemmar Birna Johannesen til, men Simona Heinesen bjargar sera væl.

62) 1-2

Ansy Sevdal leggur sera neyvt í HB brotsteigin, har Birna Johannesen í góðari støðu roynir seg við stútara, men bólturin fer framvið HB málinum.

60) 1-2

Milja R. Simonsen sneiðir framvið fleiri og tiltuskar HB horna í høgru. EBS/Skála ruddarburtur.

54) 1-2

HB skiftir út: Jónvá Hentze fer av vøllinum, og í hennara stað verður sett Julian Naomi Mortensen.

51) 1-2

Fyrsta løtan eftir steðgin myndar seg sum spælið var í fyrra hálvleiki. EBS/Skála er væl meiri á bóltinum, og HB roynir at vera væl skipað í verjuni, meðan tað verður vónað, at tað skal eydnast at senda bóltin fram til Milju R. Simonsen.

46) 1-2

EBS/Skála gevur bóltin upp í dýrdarveðrinum.

Allar tær somu eru aftur á vøllinum, sum vóru tað frá fyrsta bríksli.

HÁLVLEIKUR

1-2

Tað eru framúr líkindi í Gundadali, nú tær fara at hvíla seg eftir fyrra hálvleik.

Tveir minuttir undan steðginum legði EBS/Skála seg framum, og tað er EBS/Skála, sum hevur verið nógv meiri á bóltinum. Mesta partin av tíðini hevur HB verið væl skipað í verjupartinum, men í tveimum førum er tað eydnast EBS/Skála at skora, eftir at HB beinanvegin legði seg framum eftir langt fríspark.

43) 1-2

1-2: Birna Johannesen

Eftir fínt og flatt innlegg úr vinstru frá Heidi Sevdal er tað Birna Johannesen, sum við handara stólpa stýrir bóltin í málið. Tveir minuttir undan hálvleiki er góð løta at leggja seg á odda.

38) 1-1

Fínt EBS/Skála uppspæl í høgru, sum endar við afturlegging frá baklinjuni og til Heidi Sevdal, ið smekkar til, men bólturin strýkur omanfyri HB málið.

32) 1-1

GULT KORT. Randi Fagradal hjá EB/Streymi sær gult fyri fríspark ímóti Milju R. Simonsen, sum er við ferð á veg fram eftir EBS/Skála horna í vinstru.

30) 1-1

So hevði HB góða roynd. Elin Maria Isaksen smekkaði til úr 40 metrum, og Anna Sunadóttir Hansen í EBS/Skála málinum stýrdi undir tvørtrænum bóltin út til horna í vinstru, sum einki spurdist burturúr, hóast støðan undir málinum sá vandamikil út.

27) 1-1

Tað mesta gongur fyri seg frá miðstrikuni og fram í EBS/Skála brotsteigin. Tað knípir hjá EBS/Skála at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Nú var vandamikið, eftir at Heidi Sevdal legði innfyri úr vinstru.

17) 1-1

Tá ið EBS/Skála vinnur bóltin flytur HB beinanvegin alt fólkið aftur á egna hálvu, og harvið er liðið kompakt í verjustøðu. Tað ber stóra avbjóðing við sær fyri favorittarnar í EBS/Skála.

15) 1-1

Leikferðin er lág, og tað er til fyrimunar fyri HB. Setningurin hjá EBS/Skála er at fáa ferðina longri upp.

10) 1-1

HB hevur nógv fólk aftarlaga á vøllinum. Tað verður dúvað upp á langar sendingar fram til Milju R. Simonsen. EBS/Skála er nógv meiri á bóltinum.

08) 1-1

EBS/Skála er meiri á bóltinum. Nú var Heidi Sevdal í góðari støðu í vinstru, tá ið hon smekkaði til við vinstra beini, men hon rakti ikki so væl, sum hon ætlaði, og bólturin fór við síðuna av málinum.

05) 1-1

1-1: Ansy Sevdal

HB spælararnir vóru ikki lidnir av fegnast um leiðslumálið, so lá bólturin í HB málinum. Tað var EBS/Skála liðformaðurin og miðvallarin Ansy Sevdal, sum setti bóltin í málið og so er aftur javnt.

04) 1-0

1-0: Rebekka Fjalsá Benbakoura

Eftir langa frísparkframlegging fer bólturin í EBS/Skála málið, eftir at Rebekka F. Benhakoura dygst undir málinum snittaði bóltin.

02) 0-0

Líkindini eru av teimum fagrastu, og EBS/Skála eigur flest stuðlar millum áskoðararnar.

Sum tað sær út í løtuni, so mundu tað vera fleiri áskoðarar í gjárkvøldið, tá ið EB/Streymur spældi finalu í U-17 kappingini ímóti B68, enn tað eru ídag.

01) 0-0

EBS/Skála vann lutakastið, og HB gevur bóltin upp.

00) 0-0

Liðformenninir heilsa upp á dómarabólktin: Ása á Reynatúgvu hjá HB og Ansy Sevdal hjá EBS/Skála

00) 0-0

Sambært lutakast er HB heimalið.

HB-EBS/Skála kl. 17.30

Kvinnur steypafinala

Á Tórsvølli leygardagin 9. september 2017 kl. 17.30

Dómarabólkur Jóhan Hendrik Ellefsen, Regin Egholm, Dánjal Eli West og Óli G. Samuelsen (4. dómari)

HB: Simona Heinesen –Lea Hansen,Nadja Dam Johannesen, Liljan av Fløtum Petersen, Marjun undir Kletti, Ninna Hansen - Ása á Reynatúgvu, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Jónvá Hentze, Elin Maria Isaksen -  Milja R. Simonsen

Á beinkinum: Maria Elsudóttir, Julia Naomi Mortensen, Janita Ole-Jacobsen, Sara Samson Lamhauge, Poula Andreasen, Sólrun Thomsen

Venjari: Allan Dybczak

EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Rúna Joensen,  Rakul Vesturdal Magnussen,  Sigrun Kallsoy Kristiansen, Durita Hummeland - Ansy Sevdal,Kára Djurhuus -  Birna Tummasardóttir Johannesen, Randi Fagradal, Heidi Sevdal - Margunn Lindholm

Á beinkinum: Bjarta E. Djurhuus, Stefania Fríða Fjalarsdóttir, Marita Jarnsko, Lea Lisberg, Sunnvá Fagradal Johansen, Eyðbjørg Ellingsgaard, Ásgerð Siri Prestá

Venjari: Erik Ernesto Nielsen