Beinleiðis tíðindafundur: Lars og Gunnar hava orðið

Føroyska landsliðið hevur í dag tíðindafund undan Nations League dystinum móti Kosovo, sum verður mánakvøldið í Pristina. Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Gunnar Nielsen, landsliðsmálverji, luttaku á tíðindafundinum.

 

Eftir tíðindafundin fer føroyska landsliðið at hava sínar einastu venjing á túrinum. Ferðalagið kom til landið seint í gjárkvøldið. Føroyar spældu so seint sum fríggjakvøldið, so tað snýr seg í stóran mun um at koma fyri seg.

 

In.fo og FM1 eru á staðnum. Seinni í kvøld koma samrøður frá landsliðsvenjingini, meðan FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í annaðkvøld.

 

Her er nakað av tí, sum Lars Olsen og Gunnar Nielsen siga á tíðindafundinum:

Lars Osen: Vit fingu eina góða byrjan við at vinna á Malta. Síðani hava vit havt eina lætta venjing í Føroyum, áðrenn vit komu her til Kosovo. Allir spælarar eru tøkir. Eg veit at Kosovo hava eitt gott lið, og heimavøllurin er ein fyrimunir fyri Kosovo, so vit vita at hetta verður torført.

 

Lars Olsen um venjingardystiin í Frankfurt, tá Kosovo vann 2-0: Tað er torført at meta Kosovo er betri nú. Vit taptu í Frankfurt. Tað sum eg havi síðani sæð er, at nógvir nýggir spælarar eru við nú. Tit hava eisini nógvar splælarar kring Evropa. Eg ivist ikki í, at Kosovo blívur betri og betri, so hvørt sum liðið fær spælt fleiri dystir. Talan er jú um eitt nýtt landslið.

 

Lars Olsen um at Kosovo spælir í Prestina: Eg havi hoyrt at 12 til 13 áskoðarar verða á staðnum. Tað koma spælararnir at merkja á vøllinum, so tað ger tað eisini torført, men tað kemur eisini at motivera okkara spælarar.

Gunnar um hvør er favortitur: Hetta er ein javnur og spennandi bólkur. Vit vita eisini, at hini liðini halda tað. Á pappírinum, so er Kosovo kanska sterkari. Vit kunnu væl liva við, at Kosovo og Aserbadjan eru favorittar, men vit hugsa mest um okkum sjálvar.


Lars Olsen um hvør er favorittur í bólkinum: Eg síggi eisini bólkin sum ein javnan bólk. Eg haldi at tað verða heimadystirnir, ið koma at avgera hvør kemur víðari. Tað liðið sum vinnur sínar heimadystir.