Beinleiðis: Tað vendir skeivt uppá bein

Hóast tap í Bukarest, so vísti føroyska landsliðið væl betri avrik enn leygarkvøldið á Malta

Í kvøld var avrikið í løtum fínt hjá føroyska landsliðnum, sum tapti 4-1 ímóti væl stinnari rumenskum liði, enn Malta var leygarkvøldið

Síðsta bríksl hevur ljóðað í Cluj Napoce í Rumenia í kvøld. Máltalvan vísir 4-1.

Talan er um størri tap, enn tað var, tá ið Føroyar leygarkvøldið taptu 2-1 á Malta.

 

Tá var vónbrotið øgiligt, tí Føroyar eru hundrað pláss omanfyri Malta á FIFA styrkislistanum.

Hugburðurin var ikki góður, og føroyingar vóru ikki sannførandi í álopi og verju og samanspæli. 

 

Í kvøld vísir máltalvan 4-1 til heimaliðið, sum er nógv hægri á FIFA styrkislistanum, enn Føroyar eru.

Kortini kunnu føroysku spælararnir fara av vøllinum í Bukarest í Rumenia við rættari ryggi enn leygarkvøldið.

Hugburðurin var alla tíðina góður, og í løtum var samanspælið sera gott. Allir bjóðaðu seg fram, tað eydnaðist aftur og aftur at sneiða seg framvið mótstøðumonnum og harvið at fáa pláss fyri fleiri møguleikum at samanspæla.

 

Fótbóltur er eirindarleysur. Kring hálva tíman vóru trý dømi um tað. Tá skoraði Rumenia trý mál. Í tveimum førum var tað eftir deyðbóltsstøður – eitt fríspark og eitt horna – og tað var áminning um, at tað skal lítið til – heilt lítið – áðrenn mistøk verða sektað.

Fram ímóti steðginum minkaði Viljormur Davidsen um munin við brotssparki, sum Klæmint A. Olsen tiltuskaði føroyska liðnum. Hetta var fyrsta málið á landsliðnum hjá Viljormi Davidsen, sum nú hevur spælt 29 landsdystir. 

 

Fyrstu stóru løtuna eftir steðgin vóru føroyingarnir sera væl upplagdir. Samanspælið var fínt, í fleiri førum eydnaðist tað at sneiða framvið mótstøðumonnum, og tað vóru ikki so fáar spentar støður frammanfyri mótstøðumálið.

Kortini eydnaðist tað ikki at skora, og tá ið heimaliðið økti til 4-1, var allur spenningurin burtur.

 

4-1 tap boðar ikki frá góðum avriki. Men veruleikin er, at føroyska liðið vísti í stórum løtum fínt avrik í kvøld. Mistøk og kiks í uppspæli og deyðbóltsstøðum kostaðu, men tað fjalir ikki, at avrikið í kvøld var so nógv betri, enn tað var leygarkvøldið.

 

Tað var spell, at hugburðurin og avrikið leygarkvøldið ikki var av sama slagi sum í kvøld. So hevði føroyska liðið heilt víst havt trý stig við sær til hús aftur eftir undankappingardystirnar á Malta og Rumenia.

 

Harmiligt at tað skuldi venda so skeivt uppá bein á hesi landsliðsferðini.

Men tað ber mót við sær um, at møguleiki er fyri betri úrslitum næstu ferð.

----

LIÐUGT

4-1

 

90) 4-1

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

86) 4-1

GULT KORT: Klæmint A. Olsen sær gult fyri klossut fríspark miðskeiðis á rumensku hálvuni.

 

82) 4-1

GULT KORT: Árni Frederiksberg sær gult fyri professionelt fríspark miðskeiðis á rumensku hálvuni.

 

78) 4-1

Man avloysir Stanciu.

 

78) 4-1

Eftir fínt uppsæl og skot úr eitt sindur spískum í høgru bjargar Gunnar Nielsen.

 

77) 4-1

Hallur Hansson fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður Sølvi Vatnhamar settur.

 

69) 4-1

Tvífaldi málskjúttin Claudiu Keșerü fer av vøllinum. Í hansara stað verður settur Cicâldău.

67) 4-1

Árni Frederiksberg avloysir Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

63) 4-1

4-1: George Puşcaş

Uppsælið er í høgru, og skotið er úr átjan metrum. Gunnar Nielsen hevur ongan møguleika at bjarga.

 

61) 3-1

Hagi heilfluktar úr átjan metrum, men Gunnar Nielsen hálvbjargar og bjargar, tá ið returbólturin støkkur í mótstøðumann, sum er heilt undir málinum.

 

58) 3-1

Føroyska samanspælið hongur sera væl saman. Ikki minst tá ið Hallur Hansson roynir við bæði hæli og tá.

 

54) 3-1

Fantastiskt føroyskt álop í høgru, sum endar við, at Gilli Rólantsson eftir fríspæling frá Kaj Leo í Bartalsstovu leggur innfyri til René S. Joensen, sum smekkar til, men málverjin bjargar. Framúr álop.

 

51) 3-1

Heimamenninir gera skjótt av í álopi í høgru, innleggið er flatt og neyvt, og innskifti Hagi er púra blankur fyri opnum máli, tá ið hann stýrir bóltin við síðuna av málinum. Har vóru føroyingarnir hepnir.

 

49) 3-1

Gunnar Nielsen bjargar eftir langskot, og so endar tað við rumenskum horna í vinstru.

 

48) 3-1

Viljormur Davidsen roynir seg við frísparki í vinstru. Verjan blokerar út til Brand Hendriksson, sum roynir seg við skoti úr átjan metrum, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

47) 3-1

GULT KORT: Chipciu fyri ógvusligt fríspark ímóti Halli Hansson frammarlaga í vinstru.

 

46) 3-1

Rumenia skiftir út. Hagi - sonurin legenduna í rumenskum fótbólti - avloysir Benzar.

 

---

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki í Bukarest, og spælararnir eru á veg av vøllinum. Tað er heilt víst við blandaðum kenslum.

 

Máltalvan vísir 3-1, og tað eigur føroyska legan ikki at vera nøgd við.

 

Hugburðurin hevur verið heilt øðrvísi í kvøld, enn hann var leygarkvøldið á Malta. Liðið hongur væl saman, teir tora at bjóða seg til, og bæði hugburður og sjálvsálit er av heilt øðrum slagi enn ímóti Malta.

 

 

Fótbóltur er ofta eirindarleysur. Eftir lítlari løtu kring hálva tíman skoraði Rumenia trý mál. Rumenska liðið sektaði í fleiri førum avgjørt kiks í føroyska uppspælinum.

 

Tað sá út til at verða heilt ræðuligt, men so glógvaði tað aftur, tá ið rumenski miðverjin eftir langt innkast frá Gilla Rólantsson gjørdi brotsspark ímóti Klæminti A. Olsen.

 

Viljormur Davidsen var púra tryggur, tá ið hann umsetti brotssparkið til mál og 3-1.

 

Síðstu lítlu løtuna var aftur um reppið, at føroyska liðið skoraði.

 

Avrikið hjá føroyska liðnum hevur verið av sovornum slagi, at tað kann verða spennandi í seinna hálvleiki, men tríggjar ferðir hava rumenararnir mint á, hvussu tað kann ganga, um føroyingarnir ikki eru nóg neyvir í verjupartinum og uppspælinum.

 

---

45+3) 3-1

HÁLVLEIKUR

 

45+3) 3-1

Fínt føroyskt álop, har René S. Joensen er eyðsýndur. Klæmint A. Olsen og Hallur Hansson eru eisini uppií. Tað endar við innleggi úr høgru, og so fær málverjin fatur á bóltinum.

 

45) 3-1

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

 

40) 3-1

3-1: Viljormur Davidsen br

Viljormur Davidsen er ósvikaliga tryggur, tá ið hann við brotssparki smekkar bóltin til høgru fyri seg sjálvan og dygst inn við stólpanum.

 

39) 3-0

Sera spentar støður eftir horna. Odmar Færø roynir seg, men tað verður blokerað til innkast. Tá ið bólturin verður kastaður í brotsteigin, bríkslar dómarin fyri brotssparki til Klæmint A. Olsen.

 

38) 3-0

Aftur fínt innlegg - hesa ferð úr høgru frá Kaj Leo í Bartalsstovu. Verjan beinir bóltin út til føroyskt horna í vinstru.

 

36) 3-0

Fínt føroyskt álop í vinstru, sum endar við, at Hallur Hansson leggur innfyri. Klæmint A. Olsen er í góðari støðu, tá ið hann roynir seg við stútara, men bólturin fer væl omanfyri málið.

 

32) 3-0

3-0: Claudiu Keșerü

So var aftur mál. Hesa ferð eftir fríspark og framlegging úr høgru. Rumenia hevur havt tríggjar málmøguleikar, og støðan er 3-0.

 

29) 2-0

2-0: Claudiu Keșerü

Ett keðiligt og óheppið mál. Heimaliðið hevur horna í høgru, men føroyska verjan varpar bóltin burtur. So verður roynt við langskoti, og eftir tvær ferðir aftur og fram, sparkar ein føroyskur spælari bóltin á ein av liðfeløgunum, og so smekkar heimamaðurin bóltin í netið úr heilt stuttari fjarstøðu.

 

29) 1-0

Heini Vatnsdal fer skaddur av vøllinum. Í hansara stað verður settur Rógvi Baldvinsson.

 

26) 1-0

1-0: Deac

Hann er leysur sjey metrar úr málinum og mitt fyri eftir innlegg úr vinstru. Góð staðfesting av, at tað kostar nógv, tá ið føroyska spælið er óneyvt á egnari hálvu. Hetta var fyrsti veruligi málmøguleikin.

 

25) 0-0

Heini Vatnsdal er á fótum aftur.

 

24) 0-0

Heini Vatnsdal liggur skaddur í føroyska brotsteigin. Hann fær viðgerð fyri skaða í tjúkkanum.

 

21) 0-0

Gilli Rólantsson sneiðir seg við stórum sjálvsáliti og við nógvari ferð fram í høgru og inn í brotsteigin. Tá ið hann leggur flatt innfyri, blokerar verjan. Eitt fínt álop.

 

20) 0-0

Tað mesta gongur fyri seg á førouysku hálvuni, men verjuspælið er væl skipað, og higartil hevur talan ikki verið um vandamiklar støður frammanfyri málið hjá Gunnari Nielsen.

 

16) 0-0

GULT KORT: Nicolae Stanciu fyri ófantaligt fríspark ímóti Heina Vatnsdal.

16) 0-0

Odmar Færø hevur aftur trupulleikar við óneyvari sending.

 

15) 0-0

GULT KORT: René S. Joensen sær gula kortið fyri klossut fríspark miðskeiðis á rumensku hálvuni.

14) 0-0

Bæði Odmar Færø og Gunnar Nielsen hava roynt seg við fríspørkum av føroysku hálvuni og fram ímóti brotsteiginum, men í báðum førum er bólturin sendur beinleiðis av vøllinum.

 

12) 0-0

Sera gott føroyskt samanspæl. Hugburðurin er fínur, sjálvsálitið stórt, og tað eru nógvir, sum bjóða seg til. Nú vunnu Føroyar horna í høgru, men tað spurdist einki burturúr.

 

10) 0-0

Fínt føroyskt samanspæl fram í vinstru, har Viljormur Davidsen roynir seg við innleggi, men bólturin fer aftanfyri málið. Aðrir í góða samanspælinum vóru Brandur Hendriksson og Hallur Hansson.

 

08) 0-0

Føroyar leggja nógv fyri, tá ið Gilli Rólantsson kastar langt við innkasti heilt frammarlaga í høgru. Báðir miðverjarnir - Atli Gregersen og Odmar Færø - fara fram í brotsteigin, men tað spyrst einki burturúr.

 

04) 0-0

Fyri fyrstu ferð hava føroyingarnir tak á bóltinum. Brandur Hendriksson liggur skaddur mitt á vøllinum. Hann tykist hava nógva pínu.

 

02) 0-0

Ein minuttir farin, og higartil hevur bólturin bara ferðast millum heimamenninar.

 

01) 0-0

Rumenia gevur bóltin upp.

 

00

Spælararnir standa rættir á vøllinum og tjóðsangirnir ljóða úr hátalarunum. Føroysku spælararnir syngja Tú alfagra land mítt, áðrenn rumenski tjóðsangurin verður spældur.

 

00

Tað eru trý hitastig suðuri í Bukarest, har klokkan verður 21.45, tá ið bólturin fer á rull.

 

00 

So er løtan komin, tá ið føroyska landsliðið fær nýggjan møguleika at reisa seg, eftir stóra vónbrotið, sum tað var, tá ið Føroyar taptu 2-1 suðuri á Malta.

Tríggjar broytingar eru á føroyska liðnum sammett við ímóti Malta:

Nýggir á liðnum eru Heini Vatnsdal, Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint A. Olsen.

Teir avloysa Rógva Baldvinsson, Sølva Vatnhamar og Jákup Thomsen.

 

Rumenia - Føroyar kl. 19.45

Dómarakvartett úr Turkalandi: Halil Umut Meler, Esat Sancaktar, Ibrahim Çaglar Uyarcan og Mete Kalkavan (fjórði dómari)

Rumenia: Ciprian TătăruşanuRomario Benzar, Cosmin Moţi, Alexandru Chipciu, George Puşcaş, Nicolae Stanciu, Nicusor Bancu, Claudiu Keșerü, Ciprian Deac, Răzvan Marin, Dragoş Grigore

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson, René S. Joensen – Hallur Hansson – Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Karstin Joensen, Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Rógvi Baldvinsson, Sølvi Vatnhamar, Árni Frederiksberg, Jákup Thomsen